Harleywoodpaint
Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

JÓLASØLUSTEVNA 2004

John William Joensen

Klaksvíkar Ítróttarfelag skipar í døgunum 26 – 28. november 2004 fyri “Árligu Jólasølustevnuni”.

Í hesum sambandi vil Klaksvíkar Ítróttarfelag fegin bjóða tykkum at luttaka á 
 
JÓLASØLUSTEVNUNI 2004.
Sølustevnan í ár byrjar fríggjadagin 26. november klokkan 18.00, og leiðslubólkurin fyri stevnuna hevur avgjørt, at dagarnir verða uppbýttir soleiðis:

Fríggjadagur 26. nov kl 18.00 – 22.00 Serligur barna og ungdómsdagur
Leygardagur 27. nov kl. 16.00 – 21.30 Bert fyri vaksin. Veitsla verður kl 22.15
Sunnudagur 28. nov kl 16.00 – 21.30 Familjudagur. 
 
Leygardagin er aldursmarkið 16ár.
Hetta er gjørt soleiðis, fyri at tær luttakandi fyritøkurnar betri kunna gera seg til, at taka ímóti, og geva sær tíð til røttu viðskiftafólkini.
Um Tygum vilja verða við á Jólasølustevnuni 2004, so er at melda til beinanveg á telefon:
21 67 39 Nichels Lútzen ella 21 25 60 Finn Johannessen.
 Biðið verður um, at tit siga frá, hvussu nógvar m² tit ynskja.
Fyritøkur eru endaliga tilmeldaðar, tá m² gjald er inngoldið. 

Prísir:

Fyri hvønn m²
kr. 400,00 u/mvg

SEINASTA FREIST, AT MELDA TIL ER, LEYGARDAGIN 13. NOVEMBUR
 
Leygarkvøldið verður veitsla í Café KÍ. Prísurin er 250kr fyri persón.
 
Eru serstøk ynski um ljós, ljóð, tekniskan steym v.m. so er bara at spyrja Nichels Lútzen um møguleikar og prísir.

Vegna fyrireikarnir


Finn Johannessen,



Klaksvíkar Ítróttarfelag