Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tá tann stóri etur tann lítla!

John William Joensen

Sum kunnugt leggja Klaksvíkar kommuna og Mikladals komunna saman 1. januar 2005. Um tað var tann rætta avgerðin, kann bara tíðin vísa.

Men eg mein ikki at mátin, ið nýttur varð, tá varð lagt saman, var nøktandi.
Ásannast má, at sitandi kommunustýri ikki hevur megna uppgávuna væl.Og valdi tí hesa loysn, heldur enn at lata nýggj fólk á staðnum, gera eina roynd at fáa tað lítla samfelagði at virka aftur. Sum støðan var/er hava vit onki at missa. So avgerðin er tikin og so er at arbeiða við, heldur enn ímóti.
Væl vitandi um, hvat tað er, at verða tann minni, haldi eg tað verða neyðugt, at gera vart við seg og síni sjónarmið. Tí ringt man tað verða hjá einum øðrun, ið ikki kennir til daglidagin hjá okkum, sum búgva so avsíðis, at tosa okkara søk.
Tað týdningarmesta er, at lurta eftir fólki á staðnum, tað verið seg í Àrnafjirði, í Ánrnum, á Norðoyri, í Mikladali, á Trøllanesi ella í Klaksvík og so viðgerða málini við teirra hugskotum í huga.Vóni og vænti ikki at eg bert havi pláss fyri teimun smáu plássunum.Tí klaksvíkin hevur altíð fylt nógv hjá mær, her sleit eg mínar barna- og ungdómskógvar, og framvegis fyllir hon nógv, í tonkunum, nú míni børn tráa handan vegin.
Mítt mál er at virka fyri rættvísi, so mikið sum tað nú einaferð ber til, at málini verða við-gjørd á ein virðiligan hátt, og at allir partar altíð verða hoyrdir.
Eitt javnaðarumboð eigur at virka fyri teim veiku, sjúku, gomlu, ungu og børnunum. Og tað vita tit sum vara av hesum fólkum, líka væl sum eg, at tá hesi hava tað gott, so hava vit øll somul og samfelagið tað gott. So um vit/eg ikki virka fyri hesum, eru tað tit sum veljara, ið skulu gerða vart við tað.
Havi ikki hug at nema so nógv við mál so sum havnarviðurskiftir, ídnaðarøki, barnaansing o. a. á hesum sinni, men verður tað neyðugt, vil eg til eina og hvørja tíð, seta meg inn í hesi viðurskiftir og viðgerða tey væl og virðiliga.
Tað kemur at hava stóran týdning fyri útjaðarin, um vit fáa eitt umboð í Klaksvíkar býrað, fyri at minna og vísa á, at vit eru til. So vit ikki verða etin og gloymd.
Tann væl dámdi yrkjarin Bernhard Brim hevur verði framsíggjin tá hann yrkti Klaksvíks sangin, tí orðini røkka heilt frá Oyrafjalli norður á Trøllanes (Nestindar).

Ja, eg elski teg
Klaksvík á kvøldi,
Tá ið roðin um
Nestindar fer,
og hvørt fjall eins
og reyðargull skínur,
ert tú paradís
mítt her í verð.

So hví ikki velja eitt javnaðar umboð ? Og hví ikki velja eina kvinnu ? Vónandi hava tit brúk fyri mær, eg havi í øllum førum brúk fyri tygara atkvøðu 9. novembur.
Gott val. Vel lista C ella eitt av valevnunum á listanum hjá javnaðarflokkinum!

Signhild Vilhelmsdóttir Joensen, valevni á lista C