Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fyrstu myndirnar av eldgosinum við Grimsvøtn

Oliver Joensen

Um 10 tíðina í gjárkvøldið bendu jarfrøðismátingar á, at eitt nýtt gos var veruleiki í Íslandi og um áttatíðina í morgun tók Torgrimur St Árnason hesar myndirnar.

Eldgosið sum nú er á Íslandi er við Grimsvøtn norðanfyri Vatnajøkul . Sagt verður úr Íslandi at gosið er á stødd við tað sum var við Vatnajøkul í 1998.
Eitt 311 ferkilometra økið er nú stongt fyri allari flogferðslu í Íslandi og øll flogferðsla ímillum Ísland og Norðurnoregi er avlýst, samstundis sum flogferðslan úr Canada er umløgd.
Sagt verður, at ongin vandi er fyri fólki í samband við hetta eldgosið.
Tey, ið hava hug at fylgja gosinum í Íslandi nærri, kunnu fara inn á heimasíðuna hjá morgunblaðnum www.mbl.is har tíðindi støðugt vera løgd út.