Tað er als ikki ómøguligt, at Trøllanes og Mikladalur fara at fáa ein býráðslim í býráðið í Klaksvík umframt limirnar í staðbundnu nevndina.
Úr Mikladali frætta vit at kommunuvalið hevur fingið góða undirtøku og roknað verður við at luttøkan í valinum fer at vera høg.
Signhild Vilhelmsdóttir stillar upp á javnaðarlistanum, og tað eru fleiri sum meta hana at hava ein møguleika á javnaðarlistanum. Harafturat er Sámal Sørensen uppstillaður á fólkaflokslistanum. Tað er lítið at ivast í, at kallsoyingar fara at standa væl saman um teirra egnu valevni til hetta valið og gera kalsoyingar, sum búgva í Klaksvík tað sama, so er sannlíkt, at Signhild Vilhelmsdóttir kemur inn.




