Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

10 fólk hava verið á valið í Hattarvík

John William Joensen

Tað eru 17 veljarar, sum hava valrætt í Hattarvík, og higartil høvdu 10 fólk valt – íroknað brævatkvøðurnar

 Tey sum stillað upp til kommunustýrið í Fugloy eru: Hanus Hansen, Hattarvík, Leivur Fuglø, Hattarvík, Zacharias Zachariasen, Hattarvík, Jóannes Christiansen, Kirkju og Amalja í Frammistovu, Kirkju.
Tá vit ringdu út til Hattarvík, kl. 15:30, høvdu 10 verið á valið.
– Tað eru 17 sum eru skrásett sum veljarar í Hattarvík, og íroknað brævatkvøðurnar hava 10 valt higartil, greiddi Zacharias Zachariasen frá.