Harleywoodpaint
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

So kom gongd á atkvøðugreiðsluna

Oliver Joensen

Hóast nógv regn hevur verið nú seint seinnapartin, hava nógv fólk brúkt høvið at velja. Kl. 17 høvdu 1397 fólk verið á vali.

Til samanberingar kann nevnast, at kl. 17.00 fyri fýra árum síðani høvdu 1242 fólk verið á valið ímóti teim 1397 í dag. Um hetta boðar frá størri valluttøku íalt tá hølið letur aftur í kvøld ber sjálvandi ikki til at siga við vissu, men enn gongur nógv fólk, so líkti kundi verið til okkurt sovorðið.
Um 3500 fólk hava atkvøðurætt í Klaksvík hesafer og seinast var luttøkuprosentið umleið 85, so skulu vit koma hægri upp í atkvøðum enn til seinasta val, so skulu vit helst uppum 3000 atkvøður.
Myndina fingu vit av John og Annu, tá tey greiddu atkvøðu. John og Anna hava bæði føðingardag í næsta mánaða, hann fyllir 87 og hon 93.