Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Óheppið fyri sitandi samgongu

Oliver Joensen

Fundur hevur verið í kvøld í gomlu samgongu um skipan av meiriluta í býráðnum, men tá partarnir vórðu farnir hvør til sítt, var samgonga ikki gjørd.

Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri sigur í viðtalu nú í kvøld, at fundur hevur verið ímillum Tjóðveldisflokkin, Javnaðarflokkin og Sjálvstýrisflokkin á Sjómansheiminum. Vit viðgjørdu ymisk mál og vit ætla okkum at fara grundiga til verka hesaferð. Javnaðarflokkurin vildi at enda hava fundin niðurlagdan og vit hava avtalað at hittast aftur ímorgin.
Toorleif Sigurdsson, sigur eisini í viðmerking í kvøld, at tað var sera óheppið fyri samgonguna at missa Karl Hera Joensen og Hilmar Danielsen. Vit samráðast nú, um tað fer at bera til at leggja byrðarnar frá seinastu samgongu á herðarnar á hesari og tað tekur tíð. Nú sita vit nakrir gamlir og nøkur ung og skulu samanflættast í eina eind, og tað tekur tíð og vit ætla at geva okkum góða tíð at vita um tað í heila tikið ber til. Eg má bara konstaterað, at tað er ótrúliga óheppið fyri samgonguna at hava mist Karl Hera og Hilmar, sigur Torleif Sigurdsson at enda.