Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðindaskriv frá Sambandsflokkinum: Hørðu virðini fíggja tey bleytu-

John William Joensen

Í politikki verður vanliga skilt ímillum hørð- og bleyt virði, og hesi verða aloftast viðgjørd sum tvey serstøk øki, sum einki hava við hvørt annað at gera. Men veruleikin er, at hørðu og bleytu virðini eru sera nær tengd at hvørjum øðrum.

Sambandsflokkurin byggir á tríggjar grundsúlur, sum eru ríkisfelagsskapur, liberalisma og sosialpolitikkur. Flokkurin virkar fyri, at ríkisfelagsskapurin verður varðveittur, at tað fría fyritaks-semið skal vera drívmegin á vinnuøkinum, og eisini vil Sam-bandsflokkurin tryggja, at tey gomlu, tey sjúku, tey brekaðu og onnur, sum hava hjálp fyri neyðini, fáa stuðul og viðgerð.
 
Dettur burturímillum
Í tí dagliga orðaskiftinum er lætt at fáa eyga á støðu Sambands-floksins til ríkisfelagsskapin og liberalismuna, men møguliga hevur sosialpolitikkurin onkuntíð hug at detta burturímillum.
  
Tryggja grundina
Sosialpolitikkur og vælferð eru kostnaðarmiklar útreiðslur hjá landskassanum, og uttan eina trygga inntøku, er ikki møguligt at fíggja ein dygdargóðan sosi-alpolitikk. Tí eru tað vinnupoli-tikkurin og ríkisfelagsskapurin, sum skulu leggja tað fíggjarliga grundarlagið undir øllum sosi-alpolitikki í Føroyum.
Við ríkisfelagsskapinum fær landskassin 630 mió. krónur ár-liga í blokkstuðli, umframt  gjøld  fyri  felagsmál, sum ikki eru  við  í  blokkstuðulsskipanini. Restin av inntøkum landskassans hevur, so ella so, sín uppruna í vinnuni.

Blokkstuðulin skeivt brúktur
Tá tann gamla refusiónskipan-in varð umløgd til blokkstuðul, seinast í 80-árunum, vísti Sam-bandsflokkurin á, at vandi var fyri, at pengarnir fóru at verða brúktir til annað enn tað, sum teir vóru ætlaðir til.
Blokkstuðulin skuldi í høvuðsheitum brúkast til al-mannamál, heilsumál og skúla-mál (t.v.s. bleyt virðir). Men skjótt vísti tað seg, at pengarnir fóru aðrar vegir, við tí úrsliti, at nevndu økini blivu afturúr-sigld.
 
Fíggjarlógin fyri 2005
Á fíggjarlógaruppskotinum, sum Bárður Nielsen legði fyri løgtingið í heyst, hava økini “almanna- og heilsumál” og “útbúgving og gransking”, fingið fremstu raðfesting. 
Tað at hækka játtanina til hesi økini, meðan ríkisveiting-in verður óbroytt, er við til at flyta blokkstuðulin yvir aftur til tey málsøkini, sum hann upprunaliga var ætlaður til.
 
Skapa karmar og útbyggja
Sambandsflokkurin vil vera við til at skapa inntøkur, sum kunnu tryggja ein virknan sosi-
alpolitikk, og við fíggjarlóg-aruppskotinum er eisini fyrsta stigið tikið, til at seta henda politikkin í verk.

Tryggja tey veiku
Eingin ivi er um, at størstu tapararnir í einum føroyskum fullveldisríki høvdu verið tey veikastu í samfelagnum, og eingin kann heldur vera í iva um, at Sambandsflokkurin hevur verið- og er sørsta trygdin fyri, at ríkisfelags-skapurin verður varðveittur. Harvið er Sambandsflokkurin ígjøgnum ríkisfelagsskapin við til at tryggja teimum veiku í samfelagnum sømilig kor.
Spurningurin er so, um nóg mikið verður gjørt, fyri at skaffa vinnuligar inntøkur, sum kunnu tryggja vælferðina.
Á heystfundinum, sum var fyri tveimum vikum síðani, kom fram, at neyðugt er, at vinnu-politisk tiltøk, sum kunnu skapa búskaparvøkstur, verða sett í verk alt fyri eitt.
Føroyska vinnulívið koyrir framvegis í alt ov stóran mun eftur kreppuloysnunum frá 90-árunum. Hesum skulu vit koma burturúr, og í staðin skulu nýggj vakstrarfremjandi tiltøk setast í verk.
Sambandsflokkurin vil virka fyri, at føroyska vælferðin verður ment, og hetta skal gerast við at vinnulívið verður styrkt og við at ríkisfelagsskapurin verður varð-veittur.

Harleyfacadeacryl