Seinastu vikurnar hevur virkið hjá Karl Birgir Isaksen, søgt eftir lærlingi her á heimasíðuni hjá Norðlýsinum og hann hevur fingið nógvar umsóknir
– Eg kann væl nøgdur við tær mongu umsøknirnar, sum vit hava fingið, sigur stjórin og eigarin av KBI, Karl Birgir Isaksen.
– Eitt sum eg eisini havi lagt til merkis er hvussu væl skikkaðir allir umsøkjararnir eru til starvið.
– Næstan allir umsøkjararnir hava hægri útbúgving, og tað má koma av teirri orðsøk at ungdómurin í dag hevur munandi betur útbúgving enn hann hevði fyri 10 árum síðan.
Trupult at velja og vraka
Karl Birgir hevur verið leiðari í øðrum fyritøkum áðrenn hann setti sítt egnað virkið á stovn, og hann sigur at tað ikki verður lætta at velja rætta fólkið.
– Tá tað eru so smá forhold, sum tað nú einaferð eru í Klaksvík, er sera trupult at velja og vrakað millum umsøkjararnar.
– Tá eg var stjóri í Eysturoynni kendi eg sera sjálvdan tey sum søktu um arbeiði, og tí kundi eg bara taka støðu út frá sjálvari umsøknini, og tað var tí munandi lættari.
– Men her kennur ein jú tey, sum søkja, og tí er tað munandi truplari at koma til eina avgerð.
– Hendan trupuleika tosaðu vit ofta um, tá sum býráðslimur skuldi taka støðu í líknandi málum í Klaksvíkar Býráð.
Norðoyatunnilin skapar møguleikar
Karl Birgir Isaksen ivast ikki í at Norðoyatunnilin fer at verða ein stórur fyrimunur fyri virksemið hjá KBI.
– Eg eri ikki í ivað um at tunnilin kemur at broyta tænastu støði, tí tað hevur stóran týnding at vera so mobilur sum gjørligt.
Karl Birgir heldur annars at handilslívið og tænastuvinnan sum heild í Klaksvík ikki er væl fyri tíl Norðoyatunnilin.
– Serliga handilslívið í Klaksvík noyðist at taka nøkur álvarslig tøk fyri at koma á eitt støði, sum kann draga føroyingar, sum búgva inni á fastlandinum.
– Eisini tænastuvinnan er illa fyri í kappingini við miðstaðarøkið, men norðoytunnilin kemur uttan iva at geva møguleikar fyri dugnaligum fólki, og tey eiga vit nógv.
– Eg havi ofta sagt at vit mugu umskúla okkum frá bert at hugsað um lokaløkið til at hugsað um allar Føroyar og útheimin sum ein marknað.
– Sum sagt, so ivist eg tó ikki í at vit eiga gott fólk, og at vit tí fara at standa okkum í kappingini, men sum eg sigi so skulu tung tøk takast.
Eitt virkið við framburði
KBI er ein tænastufyritøka sum serliga selur til skipa og handverkarar, og at talan er um eitt virkið í menning sæst best við at hyggja niðan á ídnaðarøkið við Borðoyavík, har Norðhús í løtuni byggir ein 800m2 stóran virkisbygning til KBI.
Í løtuni starvast 5 fólk hjá KBI og nýggi virkisbygningurin stendur vantandi liðugur umleið hálvan maj komandi ár. Í løtuni húsast fyritøkan í leigaðum hølum á gamla Dávavirkinum.




