Í vikuni kom nýggj føroysk fløga og litbók á marknaðin. Tað er felagið IRIS sum stendur aftanfyri hesa spennandi og annarleiðis útgávu.
Á fløguni sum hevur fingið heiti Í føðingardag hjá Trølla Pætur er ein fitt barnasøga og 10 sangir. Teir flestu av sangunum eru nýggir, men onkur er eisini við frá filminum Trøllini og Mafian, eitt nú Eg eiti Jógvan.
Søgan og sangirnir eru knýttir saman á ein stuttligan hátt og binda sangirnir søguna saman. Søgan er eitt ljóðspæl, har man umframt tann sum fortelur, eisini hoyrir persónarnar sum leika við. Høvuðspersónarnir í søguni eru Trølla Pætur, Trølla Omman, Jógvan Yvirpolitimeistari, Erling Politistur, Leikamafian við Stampi, Anthonio og Willy, Kári Handilsmaður og Ossi.
Í stuttum kann man siga um søguna at Trølla Pætur gleðir seg at halda føðingardagin. Umframt Jógvan og Erling, so hevur hann eisini bjóða øllum sínum floksfeløgum og vinum heim til sín henda dag. Men sama dag sum Trølla Pætur hevur føðingadag, verður Leikamafian leyslatin. Teir hava nú siti sín dóm og eru nú fríir menn. Men teir hava ikki lært nakað av at hava siti í fongsli í eitt ár – teir leggja beinanvegin nýggjar ætlanir at stjala og tá teir avgera at stjala allar pengarnir frá Ossa, sum er á veg í føðingardag hjá Trølla Pætur, tá kann tað bara enda galið. Ossi við Leikamafiuni enda í Føroyum, so er bara spurningurin um Jógvan og Erling politistar megna at fanga Leikamafiuna, áðrenn hon ger nakran skaða.
Við fløguni fylgir eisini ein litbók við. Í litbókini kann man leggja litur á allar persónarnir sum eru við í søguni, umframt aðrar tekningar. Litbókin er 40 síðir og kann man eisini keypa hana uttan at keypa fløguna. Stuðlað útgávuni hava: Føroya Shell, BR-Leikur, Kall, J.F.Kjølbro Heilsøla, Poul Michelsen og Skipafelagið Føroyar. Fløgan fást runt alt landið.




