Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Agnar á Dul fekk heiðursgávu frá Føroya Felag móti krabbameini

Oliver Joensen

Tað var Jákup Olsen, formaður í felagnum, sum sjálvur handaði Agnari heiðursgávuna ídag.

Føroya Felag móti Krabbameini var av fyrstan tíð stovnað av Lionsfeløgum í Føroyum og fyri felagið í Klaksvík, varð Agnar á Dul valdur í nevndina og hann hevur sitið í nevndini í samfull 25 ár. Agnar er einasti limurin av upprunaligu nevndini, ið framvegis er virkin í nevndini.
Jákup Olsen handaði Agnari heiðursgávuna við hesum orðunum:  "Vit í Føroya Felag Móti Krabbameini vilja hervið takka tær fyri títt arbeiði í felagnum hesi 25 árini. Takk fyri gott samstarv, góðan stuðul og gott vinarlag.
Við vón um framhaldandi gott samstarv."