Ráðgevari Mín: "Harrin er tann, ið heldur lívi mínum uppi!" Sálm. 54,6
54. SÁLMUR
1 Til songmeistaran. Við streingjaleiki. Songur. Eftir Dávid.
2 Táið Zifitar komu og søgdu við Saul: Dávid krógvar seg har hjá okkum!"
3 Gud, frels meg við navni Tínum, og fá mær rætt við kraft Tíni!
4 Gud, hoyr bøn mína, lurta eftir orðunum av munni mínum!
5 Tí fremmandir hava reist seg móti mær, yvirgangskroppar liggja mær eftir lívinum teir hava ikki Gud fyri eyga! Sela.
6 Men Gud er hjálpari mín, Harrin er tann, ið heldur lívi mínum uppi!
7 Hitt illa skal falla aftur á fíggindar mínar oyð teir í trúfesti Tíni!
8 Tá skal eg av viligum hjarta ofra til Tín, prísa navni Tínum, HARRI, tí tað er gott!
9 Tí tað bjargar mær úr allari neyð, og við frøi skoðar eyga mítt fíggindar mínar!




