Klaksvíkingar hava rættiliga sett sín dám á venjara-skeiðini, sum Fótbóltssambandið hevur havt í vetur, og tað er at fegnast um, at venjarar í KÍ taka sína upp-gávu í álvara og eisini útbúgva seg eftir nýggja leist-inum hjá UEFA
Fótbóltssambandið hevur seinastu tveir mánaðirnar havt tvey av teimum víðarikomnu venjaraskeiðnum á skránni. Talan hevur verið um B1 og B2 skeiðini, sum eru partur av B-útbúgvingini hjá UEFA.
Hetta er ein standardiserað útbúgving, sum FSF eisini hevur sett sær fyri at bjóða føroyskum venjarum. Tað verður líðandi innført krav um, at venjararnir í fremstu føroysku deildunum skulu hava hesar útbúgvingar.
Harafturat at kunnu prógvini nýtast í hinum europeisku londunum, tí útbúgvingin er tann sama í øllum londunum.
Nógv umboð úr Klaksvík
Bæði á B1 og B2-skeiðunum vóru klaksvíkingar væl umboðaðir.
Á B1 skeiðnum vóru heili sjey venjarar úr Klaksvík á skeið: Hans Jacob Heinesen, Meinhardt Joensen, Jákup Mikkelsen, Eyðun Klakstein, Allan Joensen, Karl Gustav Gislason og Fríðin Ziskason.
Á B2-skeiðnum vóru fimm venjarar úr Klaksvík: Dánjal Jákup Joensen, Meinhardt Joensen, Eyðun Klakstein, Allan Joensen og Jákup Mikkelsen.
Venjaraskeiðini verða hildin um vikuskiftini, og hesi fýra vikuskiftini, sum B1 og B2 skeiðini hava verið á skránni, hava samanlagt verið 90 skeiðtímar á skránni.
KÍ gongur undan
KÍ ger nógv við ungdómsfótbóltin, og tað sæst aftur bæði í undirtøku, áhuga og úrslitum, at venjarar og leiðsla gera sær ómak við ungdómsvenjingini.
KÍ hevur verið undangongufelag við uttanduravenjing um veturin, og nú er okkurt felag farið at taka táttin upp eftir KÍ. Men framvegis er tað einki annað felag í landinum, sum venur so miðvíst við sínum ungu spælarum, sum KÍ ger.
Vónandi fer hetta miðvísa arbeiðið at kasta nakað spennandi av til felagið næstu árini.




