Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Spælið dystirnar til tíðina

John William Joensen

Seinastu vikan hevur víst, at tað eru stórir trupulleikar í hondbóltskappingini.

Tvær ferðir hevur besta kvinnuliðið hjá Stjørnuni skula spælt landskappingardystir, men hvørga ferðina eydnaðist tað, at fáa mótstøðuliðið at møta til dystin. Harvið vóru báðir dystirnir avlýstir, og Stjørnan kann vinna báðar dystirnar uttan at spæla teir, vil felagið tað.
Eitt er, at stigini koma skjótt og ókeypis í posan, men hetta er ein krepputekin. Tað kann ikki verða rætt, at landskappingardystir í 1. deild hjá kvinnum verða fluttir aftur og fram, sum feløgini ynskja tað. Feløgini mugu verða so mikið at sær komin, at tey spæla dystirnar til tíðina. Annars er eingin orsøk til at gera eina skrá fyri dystirnar. Tað kann altíð koma okkurt serligt upp í, sum ger at dystir mugu flytast, men tað virkar í løtuni, sum tað er alt, alt ov lætt at flyta dystir í fremstu deildini.
Hondbóltssambandið eigur ein stóran lut í hesum trupulleika, tí HSF hevur hug at spæla við, tá feløgini vilja flyta dystir. Her er brúk fyri einum nógv meira kontantum og hørðum politikki. Meginreglan skal vera, at dystirnar verða spældir til tíðina, og at tað ber ikki til at flyta teir. Heta skal ikki verða til stuttleika, men tí man meinar tað.
Tað kann ikki verða rætt, at okkurt felag skal flyta ein dyst, tí spælararnir vilja hava frí. Tað ber heldur ikki til, at ein dystur skal avlýsast, tí ein veitsla er í høllini kvøldið fyri. Feløgini verða noydd at taka kappingina í nógv størri álvara, og Hondbóltssambandið má eisini taka í egnan barm. Tað ber ikki til við ein slingrutari kós í hesum máli, tí tað hevur bara við sær, at alt fer meira av lagi.
Vit tosa ikki um eina og hvørja kapping, men um fremstu kappingina í hóndbólti, og hon eigur at verða handfarin við størri virðing – bæði av spælarum, feløgum og Hondbóltssambandinum.
Umframt at hondbólturin sjálvur gerst tapari í hesum spæli, er hetta eisini ein vanvirðing av áskoðarunum, sum royna at fylgja við. Hví í allari víðu verð skulu teir taka hondbóltin fyri fult, um dystir verða avlýstir í heilum, fluttir aftur og fram, og í nógvum førum als ikki spældir.
Her er bara eitt at gera, og um tað ikki er at smekka nevan í borðið, so er tað í øllum førum at umsita kappingina nógv strangari enn higartil. Tað skal ikki lata seg gera at flyta dystir uttan eina heilt serliga orsøk – føðingardagar, veitslur, uttanlandsferðir, frídagar, manglandi áhugi og so víðari skulu ikki duga sum orsøk.
Spælið dystirnar til tíðina, tað er nógv einfaldari fyri allar partar og skapar nógv størri virðing og áhuga fyri kappingini!

Harleyfacadeacryl