Ráðgevari Mín: "Eyðmýkið tykkum tí undir veldigu hond Guds!" 1. Pæt. 5,6
1. Pætursbræv – 5. KAPITUL
Skyldur hinna elstu, 14. Áminning um eyðmjúkleika og álit á Gudi og um árvakni í bardaga við Djevulin, 511. Heilsanir. Eftirskrift, 1214.
1 Hinar elstu millum tykkara áminni eg sum tann, ið sjálvur er elsti og vitni um líðingar Kristusar, og sum tann, ið eisini hevur lut í dýrdini, sum opinberast skal:
2 Røktið fylgi Guds, ið hjá tykkum er, og havið umsjón við tí, ikki av tvingsli, men sjálvkravdir, ikki fyri at fáa ljótan vinning, men av fúsum hjarta,
3 heldur ikki sum teir, ið vilja vera harrar yvir samkomunum, men sum fyrimyndir fylgisins
4 og táið tá yvirhirðin opinberast, skulu tit fáa hin ófølnandi sigurskrans dýrdarinnar.
5 Somuleiðis tit ungu! Verið hinum eldru undirgivin! Og latið tykkum øll í eyðmjúkleika hvørt móti øðrum! Tí Gud stendur hinum stoltu ímóti, men hinum eyðmjúku gevur Hann náði.
6 Eyðmýkið tykkum tí undir veldigu hond Guds, so Hann á tíð Síni kann seta tykkum høgt!
7 Og kastið alla sorg tykkara á Hann! Tí Hann hevur umsorgan fyri tykkum.
8 Verið edrú, vakið! Mótstøðumaður tykkara, Djevulin, gongur um sum brølandi leyva og leitar eftir, hvørjum hann fær gloypt.
9 Standið honum ímóti, føst í trúnni! Tit vita jú, at hesar somu líðingar eru lagdar á brøður tykkara í heiminum.
10 Men Gud alrar náði, sum kallaði tykkum til ævigu dýrd Sína í Kristi Jesusi eftir líðing stutta tíð, Hann skal fullkoma, staðfesta, styrkja, grundfesta tykkum
11 Hansara er valdið í aldur og allar ævir. Amen.
12 Við Silvanusi, hinum trúfasta bróður tað haldi eg hann vera havi eg skrivað stutt til tykkara fyri at áminna og vitna, at hetta er hin sanna náði Guds, sum tit standa í.
13 Samkoman í Bábylon, útvald eins og tit, letur heilsa tykkum, somuleiðis Markus, sonur mín.
14 Heilsið hvør øðrum við kærleikskossi! Friður veri við øllum tykkum, sum eru í Kristusi!




