Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stórar avbjóðingar

Oliver Joensen

Sum skilst, so merktist ikki sørt til, at stórar avbjóðingar liggja fyri framman hjá okkara kommunalpolitikarum, eins og hjá samfelagnum sum heild.

Leingið hevur ligið á ljóði, at tað fór at standa á hjá Klaksvíkar Kommunu at loysa stóru avbjóðingarnar fyri framman.
Undirsjóvartunnilin ger sítt til, at nógvar íløgur skulu gerast beinleiðis í samband við at tunnilin kemur og samstundis eisini á øðrum økjum.
Men vit hava nú í mong ár vita, at tunnilin fór at koma og at neyðugt var at fyrireika okkum til hetta stóra átakið. Tí kom tað nærum sum ein bumba, tá kommunan fyri stuttum lækkaði skattaprosentið. Hetta skuldi bent á tað borðið, at nóg mikið av peningin var til at standa ímóti avbjóðingum, í hvussu er teimum, ið lógu stutt fyri framman.
Men hetta sýnist nú ikki vera galdandi. Í hvussu so er kom fram á býráðsfundinum seinast, at menn ætla at hækka skattaprosentið aftur og harafturat longur upp enn tað var áðrenn lækkingina.
Hetta kann ikki sigast at boða frá neyvari stýring og hetta øðrkymlar ikki sørt, tí politikarar áttu at vita eitt sindur um útlitini frameftir, tá hugsað verður um, at teir bæði hava egnu umsiting og eisini Toll- og Skatt at trekkja uppá tá ið um vitan um útlit í samfelagnum ræður.
Hinvegin verður mangan ført fram, at tað almenna eigur at økja um íløgurnar tá ringar tíðir eru og hóast vit enn ikki kunnu kalla tíðirnar ringar, so er eyðvitað at stóra framgongdin, ið hevur verið tey nógvu seinastu árini ikki fer at halda áfram og vit mugu brynja okkum til aðrar tíðir.
Hetta vitstu vit eisini fyri einum ári síðani og hóast tað, varð skattaprosentið lækkað. Tað boðar ikki frá neyvari stýring, so eisini hetta verður ein avbjóðing hjá komandi býráðssamgongu.

Harleywoodpaint