Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gunnvá helst forkvinna í mentanarnevndini

Oliver Joensen

Tað hevur ligið á ljóði, at Gunnvá við Keldu verður forkvinna í mentanarnevndini hjá Klaksvíkar Býráð.

Í gjár, fríggjadagin var tað Gunnvá við Keldu, sum helt røðu í samband við framsýningina hjá Kára Svensson í Leikalund og hetta kundi kanska bent á, at fyrireikarnir fyri framsýningini vildu presenterað komandi politikaran í mentamálum í Klaksvík.
Sum áltíð er Kári Svensson áhugaverdur. Hóast hann ikki fer langt út um egnu mørk fyri tíðina, so eru málningar hansara sera viðkomandi og harafturat kann sigast at litirnir eru sera føroyskir hóast tú valla hómar blátt og grønt.
Gunnvá sveimaði vítt í talu síni, millum annað nevndi hon søguligu hølini har framsýningin varð latin upp og eisini týdningin av listini og mentanararbeiðinum í samfelagnum. Eisini nam Gunnvá við spurningin um listina ov vinnulívið og helt at hesar greinar eiga at taka lógvatak saman.
Ein áhugaverd listaframsýning í serstøkum umhvørvi er latin upp í Leikalund í Klaksvík og verður hangandi árið út.
Vit ynskja listamanninum Kara Svenssyni vælkomnum til Norðoyggjar.