Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Farmaskip bað um fylgiskap

John William Joensen

Ódnarveðrið í nátt hevur hildið stóran part av flotanum í havn, og tey skip sum eru á leiðini kring Føroyar hava ligið bakk ella kroka, verður sagt av MRCC støðini.

Kl. 10:30 í gjárakvøldi setti 1900 tons stóra framaskipið “Trinket” seg í samband við MRCC støðina og bað um fylgiskap.
– Teir høvdu trupuleikar við maskinuni og kendu seg tí ikki tryggar og bóðu um fylgiskap.
– Tjaldri fór til hálpar og fylgdist við skipinum, sum er 81 metrar til longdar.
– Teir vóru eystan fyri Føroyar og tá teir vóru komnir í le av oyggjunum fór Tjaldri frá teimum. Teir eru nú á veg til Havnina og vera vantandi inni seinrapartin í dag.
Eystan fyri føroyar og bað um hjálp kl. 10:30
Hóast ódnarveðrið, eru nógv skip til fiskiskap, og av MRCC støðini varð sagt at nógvir russarar vóru undir Føroyum í løtuni.
– Men so vítt sum vit duga at síggja so liggja flestu skipini bakk ella kroka undir landið, var sagt av MRCC støðini í morgun.