Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Venjarin hjá Stjørnuni, Rógvi Nielsen: Geir Wardum sigur ósatt sigur venjarin hjá Stjørnuni

John William Joensen

Í leikskránni hjá Stjørnuni um vikuskiftið, leggur venjarin hjá Stjørnuni, Rógvi Nielsen, ikki fingrarnar ímillum

Venjarin hjá stjørnuni hevur viðmerking til rokið um dystirnar har Tjaldur og Kyndil ikki møttu til dyst í KÍ-høllini.
 
Vit sitera beinleiðis út teksinum:
 
– Tá man spælir í tí bestu deildini og tað er líkamikið um tað er í Føroyum ella í Danmark, ja so møtir eitt lið upp til sínar dystir og tað er tað.
– Her í Føroyum er tað nú einarferð so at tað hendir seg  at veðrið ikki er til vildar soleiðis at eitt lið ikki kan møta. Tað er jú í ordan, – eisini er tað í ordan um nú høllin knappuliga ikki er tøk til at spæla dyst, men sovornar undanførslur sum at vit ikki fáa leikt vegna tað at vit hava fingið ein nýggja venjara og hann ikki kennur lið so væl, at hann lika vil síggja leikarnar an áðrenn, er humbug og tvætl.
– Tað at leikararnir skulu okkurt annað enn leika hondbólti gongur ikki, entin spælir man hondbólt ella ikki, ella er venjarin noyddir til at finna onkrar aðrar leikarar soleiðis at hann kann mannað liði hjá sær.
– Tað er nú eina ferð soleiðis at vit í Føroyum hava HSF ( Hondbólt Samband Føroya ) og HSF hevur ein kappingarstjóra og tað er bert kappingarstjórin, ið kann útseta ein dyst.
– Kappingarstjórin hevur í báðum førum sagt við Tjaldur og venjarin hjá Kyndil at kappingarstjórin góðtekur ikki at dystinir verða útsettir.
– Tá teir fáa tað at vita, er bert eftir hjá Tjaldur og Kyndil at møta til ásetta leikdag og onki annað.
– Tað at vit í Stjørnuni møta upp í KÍ-hølluni er onki løgið, tí Stjørnan hevur fingið at vit frá HSF at dystirnir skulu leikast.
– So er nevnuliga onki annað hjá okkum at gera enn at møta upp til dyst.
 
Viðmerking til Geir Wardum
– Og so eina lítila viðmerking til tað, sum Geir Wardum skrivaði í Norðlýsinum ( 22 nov ).
”…so tá ið venjarin hjá Stjørnuni letur sum um hann onki veit, og biður sínar spælarar um at hita upp, og gera seg klárar, so haldi eg, at hettar var ein stórur SJÓNLEIKUR av honum…”.
– Hettar er tann lodrætta lygn.
– Vit vóru og keyptu køkutombula-seðlar frá KÍ smádreinginum og aftaná fóru vit at venja hondbólt í ein tíma hettar var klokkan ca. 15.30 tá dysturin skuldi byrja kl 15.00.
– Tá man fær boð frá kappingarstjóranum um at møta til dyst er bert at møta upp.
– Vit í Stjørnuni fingu boð í ár um at møta til dyst í Vági hósdag, sum dysturin skuldi leikast ein leygardag, hvat gjørdu vit, vit fóru suður til Vágs og vunnu.
 
So mong vóru orðini hjá Rógva Nielsen, venjara hjá Stjørnini í leikskránni til dystirnar um vikuskftið

Harleyfacadeacryl