Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

VÍF mátti lúta fyri Stjørnuni ídag

Oliver Joensen

Hóast vónirnar ikki vóru tær bestu eftir dystin ígjár ímóti Stíf, so vísti Stjørnan at ongin orsøk var at óttast. Tær vunnu sannførandi 27-24 á VÍF.

Ikki var sørt at fjáltur var á áskoðarunum hjá Stjørnuni í dag, tá tikið var ímóti VÍF. Leygardagurin hevði ikki boðað frá góðum, tá Stjørnan bert tepur kláraði at vinna á botnliðnum Stíf. Men skjótt vístu Stjørnukvinnurnar at ídag var ein heilt annar dystur og frá byrjanini løgdu tær seg omaná dystin og øktu støðugt um leiðsluna í fyrra hálvleiki.
Hálvleikurin endaði við einum tryggum 18-11 sigri til Stjørnuna.
Men spenningurin øktist nakað í seinna hálvleiki. VÍF kvinnurnar góvust ikki á hondum og spakuliga minkaðu tær um munin. Tá einir 10 minuttir eftir var hálvleiksleiðslan svunnin til 24-21 til Stjørnuna. Men í einum spennandi endaspurti megnaðu Stjørnukvinnurnar at halda trýmálsleiðsluna til endaligu støðuna 27-24.
Tað er nú meira enn eitt ár síðani at Stjørnan hevur tapt ein dyst í heimligu kappingini. Um dystin ídag skal eisini sigast at Stjørnan hevur nógvar skaðar at dragast við og sjálvt um Annika Ljósstein gjørdist toppskjútti ídag, so er hon ikki enn komin rættuliga fyri av skaðanum hon hevur. Harafturat vóru Alina Olaru og Joan Georgewic ikki við til dystin ídag.