Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stjørnumenninir aftur í fremstu røð

Oliver Joensen

2. deild menn hjá Stjørnuni leiktu dyst ímóti EB í kvøld í KÍ-høllini. Stjørnan vann trygt 29-20 eftir at teir í hálvleikinum vóru á odda 14-6.

Sigast má, at tað hevur gingið stak væl hjá 2. deild hjá monnum í vetur. Sjálvt um teir nú hava leikt ein dyst minni enn VB hevur, so liggur Stjørnan fremst ajavnt við VB í kappingini. Fleiri av spælarunum eru tó aktivir í fótbólti, so ilt er at siga hvussu árið fer at hildnast tá alt kemur til alt.
Toppskjútti ídag gjørdist Meinhardt Joensen við 7 málum, Dánial Kjærbo 5, Niclas Niclasen, Kristoffur Jacobsen og Kristian Andreasen skoraðu hvør síni 4, Gunnar á Steig 3 og Jógvan Hansen og Ísak Poulsen hvør sítt.