Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jól í Atlantis

John William Joensen

Í seinastu viku, skipaði Klaksvíkar Sjónleikarafelag fyri Jól í Atlantis.

Hóast nógvan vind, so var sera hugnaligt at koma inn í Atlantis. Har var stakað upp til jóla, og flest øll vóru í sonnum jólahýri. Nógv høvdu leita sær til fyrstu sýningina, og sum skilst, vóru í alt um 250 børn og vaksin, íð sóu tær 5 sýningarnar.
 
Sýningin byrjaði við hornblástri, Luciagongd og jólaevangeliðinum. Aftaná hetta fór teppi frá, og innanfyri goymdi seg hugnalig jólastova, har jólaabbin og hópin av jólabørnum sótu. Skjótt kom jólaomman inn, og fór hon beinavegin undir at hugna um, so sum sannar ommur gera.
 
So kom spennandi jólasøga um 2 dreingir, ið hjálptu jólamanninum. Eftir hetta vitjaði Ingibjørg Hansen úr Mikladali, ið fyri stuttum vann stóra sangkapping. Hon framførdi 2 sangir, og var tað ein fragd at hoyra slíkan songfugl.
 
Jólamennirnir vitjaðu sjálvandi eisini. Teir komu inn gjøgnum vindeygu og hurðar, og framførdu so sang.
 
Eftir hetta var enn ein søga, og var hendan um, hvussu Jóhan lumpaði Maritu systur sína, og sum endaði við at mamman, greiddi Jóhan og Maritu frá hvussu jólini byrjaðu, við at Jesus var føddur til jarðar, og at tí nú øll kunnu halda gleðilig jól. Ikki tí at vit eru rík ella fátøk, tjúkk ella kløn. Men tí at størsta jólagávan av øllum, Jesus, var givin okkum øllum.
 
At enda komu øll, jólabørn, Luciagentur, blásarar, jólaabbin, jólaomman, jólamenn, og øll ið virkaðu við, inn í jólastovuna, har Ingibjørg sang Gleðilig jól, og øll tey viðvirkandi tóku undir.
 
Ein sera hugnalig, "skeg" og góð sýning.