Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jólahúgni í Sodnhúsinum

John William Joensen

Frítíðarstovnurin, Sodnhúsið, í Bøgøtu skipaði í gjár fyri jólahugna har børnini spældu sjónleik fyri foreldrum, ommum og abbum. Harafturat var onkur góður munnbiti á skránni, og so gjørdu børnini saman við foreldrunum ymiskt jólaprýði.


Børnini vóru sera spent, tá tey fóru á pall við sjónleiki sum tey høvdu vant seinastu vikurnar.
Og tey avvarandi hugnaðu sær stórliga meðan børnini royndu seg sum sjónleikarar.
Síðani var kaffi og køkur á skránni.
Eisini settust foreldur saman við børnunum at gera jóladekeratiónir og annað jólaprýði. Foreldur og børn hugnaðu sær óført.
Nógv verður gjørt á dagstovnum og skúlum í hesum døgum, fyri at hugnað um jólini, og tað skulu starvsfólk og lærarar eiga takk fyri.