Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Røðan, sum formaðurin í Sosialunevnd, Eyðgunn Samuelsen, helt á læknamiðstøðini: Arbeiði við Læknamiðstøðini hevur gingið væl

John William Joensen

segði formaðurin í Sosialunevnd, Eyðgunn Samuelsen, m.a. í røðu síni á almennu móttøkuni á læknamiðstøðini í Klaksvík

Góðu áhoyrar, norðoyingar og gestir annars.
Sum formaður í sosialu nevnd,  skjótt farna 4 ára skeiðið,  er tað fallið mær í lut, at siga nøkur fá orð í samband við, at vit í dag almennt taka læknamiðstøðina í nýtslu.
Sjálvt arbeiði við at byggja læknamiðstøðina byrjaði á heystið 2002, so ikki kann sigast annað enn, at arbeiði hevur gingið skjótt og væl.
Læknamiðstøðin er ætla, ikki bert at vera læknamiðstøð fyri Klaksvíkina.  Tí vil eg eisini nýta høvi her, at takka teimum kommunum, ið valdu at vera við so okkara ynski  um eina miðstøð fyri allar Norðoyggjar gjørdist veruleiki.
Læknamiðstøðin er eitt stórt frambrot innan sosiala øki her norði og tað skal verða mín vón, at hon kemur at borga fyri meira støðufesti ella stabiliteti innan kommunulæknaøki her hjá okkum.
Hetta krevur tó, at kommunan og landsmyndugleikarnir spæla saman tí sum øllum kunnugt er øki tvíbýtt: kommunan skal útvega hølir og karmar annars og landið skal útvega og seta í starv læknar.
Vit vita øll, at tað er eitt ávíst læknatrot og vilja tí vóna at teir møguleikar, ið eru í skipanini, at útbúgva kommunulæknar í Føroyum  vera troyttir til fulnar.
Vit vilja fegin bjóða okkum fram sum kommuna, um tað er nakað, ið vit kunnu vera við til at menna innan hetta øki, hugsi her serliga um ein aktivan leiklut tá ið læknar ið eru undir útbúgving fara í starvsvenjing.
Nógv verður tosað um, at vera til reiðar innan ymisk økir, at taka avbjóðingina upp,  tá ið fasta sambandi verður veruleiki.
Eg haldi at vit nú, við eini læknamiðstøð ið kann hýsa 4 kommunulæknum eru til reiðar at møta avbjóðingunum innan hetta øki.

Við hesum hølum fylgja óteljandi møguleikar :
·       Størri samskipan/samstarv millum kommunulæknar og ikki minst millum læknarnar og aðrar fakbólkar eitt nú heilsurøktarfrøðingar.
·       Møguleikar fyri nýskipan so sjúklingar hava eitt fleksiblari tilknýti til egnan lækna og á tann hátt altíð kunnu fáa avgreitt smærri vitjanir uttan mun til  hvør lækni er at hitta.
·       Eitt annað stórt framstig  er fráboðaða  talgildingin av føroyska heilsuverkinum ið ger tað møguligt at samskipa viðgerðina av einum sjúklingi frá fyrstu ferð hann kemur í samband við heilsuverki til viðgerðin er at enda komin.

Tó mugu vit ikki gloyma týdningin fyri vanliga brúkaran og hann er fyrst og fremst ein tryggleiki í gerandisdegnum og í teirra egna nærumhvørvi.
Gongdin innan heilsurøkt í dag er merkt av, at størri dentur verður lagdur á fyribyrging av sjúku og her eigur samfelagi at kenna sær størri ábyrgd
Góð heilsurøkt byggir á tríggar súlur : fyribyrging, viðgerð og upptrening ella venjing eftir sjúku.
Tað skal vera mín vón, at læknamiðstøðin, ið vit í dag taka í nýtslu, kann verða viðvirkandi til at heilsurøktin í Norðoyggjum, í enn størri mun enn í dag,  hevur fingið karmarnar ið gera góða heilsurøkt møguliga.  
At enda vil eg ynskja øllum ið koma at starvast her og teimum ið fara at gera nýtslu av læknamiðstøðini góða eydnu og harrans signing framyvir.
 
Takk fyri.