Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Felagið hjá Fiskimonnum Uttanland,s hevði aðalfund 18 des kl 1400 í Runavík á Sjókafeini.

John William Joensen

Formaðurin seinastu 7 árini, bar seg undan afturvalið. Nýggj nevnd var vald og er henda: Jógvan Fagraklett, var afturvaldur fyri danmark, Erhard Múller var valdur fyri Norra, nývaldur, Marner Danielsen, valdur fyri Kanada

Nevndin skipaði seg soleiðis:
Jógvan Fagraklett form
Erhard Múller Næstform
Marner Danielsen
Aðalskrivari hjá Nevndini og Kassameistari er  Petur Thomsen,

Felagið hevur havt fund við Bárð Nielsen um ferðafrádrátt, og var hesin sinnaður at broyta hetta krónutal eitt kvink uppeftur, men mátti hava samgonguna aftanfyri seg, men hetta skuldi ikki veri ein trupuleiki, tí allir flokkar vóru fyri einari broyting, við seinasta aðalfund.
Næsta ár, 21 apríl fyllir felagið 10 ár, og vóru menn samdir at hátíðahalda dagin, fyri at koma út um landið, var í uppskotið, at halda veisluna í Vági.
Vónandi kann hetta gera, at felagið verður betri umtókt, og at limirnir  standa saman um felagið, nú politikkarnir eru við til at broyta fortreytirnar, og kvoturnar eru niðurgangandi við, 22 %.

Frá felaginum skal vera ynskt eini Gleðilig Jól og eitt av harranum signa Nýttár, og skal eg takka fyri 7 góð ár sum formaður felagsins og góðan byrð framyvur.

FFU
Høgni Waag Høgnesen Form