Í kvøld var fundur í býráðshøllini har nývalda býráði skipaði seg við Steinbjørn O. Jacobsen sum borgarstjóra
Fyrst valdi býráðslimurin, Jákup Mikkelsen, setti fundin.
Býráði býtti seg sundur í tveir partar. Meirilutin, sum er Tjóðveldisflokkurin og Fólkaflokkurin og minnilutin, sum er Javnaðar-, Sjálvstýris- og Sambandsflokkurin.
Uppskotið frá meirilutanum um at velja Steinbjørn O. Jacobsen til borgarstjóra, varð samtykti við 7 atkvøðum. Minnilutin atkvøddi ikki.
Uppskot frá meirilutanum at velja Jákup Mikkelsen til varðaborgarstjóra, varð somuleiðis samtykt við meiriluta atkvøðunum.
Býráðsnevndirnar
Býráði skipaði eisini nevndararbeiði og nevndirnar skipaðu seg soleiðis:
Fíggjarnevndin: Borgarstjórin (form), Jákup Mikkelsen, Kristina Fr. Olsen, Eyðgunn Samuelsen og Kristian Eli Zachariasen.
Mentunnarnevndin: Gunvá við Keldu (form) Rani Nolsøe, Jórun Høgnesen, Torleif Sigurðsson og Kristian Eli Zachariasen.
Sosialanevnd: Gunvá við Keldu, Atli Justinussen, Jórun Høgnesen (form), Eyðgun Samuelsen og Hans Arne Bertholdsen.
Tekniskanevnd: Kristian Fr. Olsen (form), Jórun Høgnesen, Thorleif Sigurðsson og Hans Arne Bertholdsen.
Havnanevndin: Atli Justinussen (form), Kristian Fr. Olsen, Jórun Høgnesen, Hans Arne Bertholdsen og Kristian Eli Zachariasen.
Byggi-/Býarskipanarnevndin: Jákup Mikkelsen (form), Rani Nolsøe , Gunvá við Keldu, Eyðgunn Samuelsen og Hans Arne Bertholdsen.
Heilsu- og Umhvørvisnevndin:, Rani Nolsøe (form), Jákup Mikkelsen, Magnus Magnussen (kommunulækni: av tí at nevndin ikki er sjálvstøðug kunnu onnur enn býráðslimir veljast í nevndina.), Eyðgunn Samuelsen og Thorleif Sigurðsson.
Byrjaðu setuna við bøn
Kristian Fríðrikk Olsen, sum er tann býráðslimurin, sum hevur sitið longst í býráðnum, bað um orðið og í staðin fyri at halda talu valdi hann at biðja eina bøn. Hann bað fyri nývalda býráðnum og býnum. Eyðgunn Samuelsen, frá minnilutanum tók eisini orðið og heilsaði meirilutanum við ynski um gott samstarv.




