Tíðindini, sum Útvarp Føroya bar fram um Rapa hjúnini, vóru skilaleys og villeiðandi, sæst í svarið frá Innlendismálaráðnum
Tíðindaskriv frá Innlendismálaráðnum:
Klaga frá Jógvani við Keldu, landsstýrismanni, til útvarpsstjóran
Orsakað av at eitt ávíst útlendingamál hevur verið til viðgerðar í Útvarpi Føroya seinastu dagarnar, fari eg at gera vart við niðanfyristandandi.
Fyrst skal eg gera vart við, at ein almennur myndugleiki kann ikki viðgera persónsmál alment; men tíðindaflutningurin í Útvarpi Føroya seinastu dagarnar kann ikki standa ósvaraður.
Um viðgerðina av útlendingamálum
Útlendingastýrið upplýsir, at er ein umsókn nóg væl upplýst, tá hon kemur, og eru ongi serlig ivamál, er avgreiðslutíðin einar 3 mánaðir. Eru serlig ivamál, ella vanta upplýsingar, tekur avgreiðslan longri tíð. At mál taka hálvt ár at avgreiða, er onki óvanligt.
Tíðin at ummæla mál í Innlendismálaráðnum er partur av samanløgdu avgreiðsutíðini hjá
Udlændingestyrelsen. Er málið nóg væl lýst, og ongi ivamál, fer avgreiðslutíðin í Innlendismálaráðnum vanliga ongantíð upp um 14 dagar.
Í 2004 bar ikki longur til at geva øllum útlendingum arbeiðsloyvi í Føroyum.
Avgjørt varð tí at arbeiða við at gera lagaligari treytir fyri ávísar bólkar av útlendingum
* serliga lagaligar treytir fyri ítróttarfólk
* lagalig loysn um framlongd loyvi fyri tey, sum hava vanligt arbeiðsloyvi í Føroyum
Trupulleikar komu av, at hetta arbeiðið hevur tikið munandi longri tíð enn væntað.
Avtalan um ítróttarfók kom av ymsum orsøkum ikki endaliga upp á pláss, fyrrenn 30. september 2004.
Í sambandi við ætlanina um at endurskoða útlendingaøkið sum heild, fann Integrationsministeriet eina loysn, so Innlendismálaráðið fyribils kannn viðmæla umsóknum um at framlongja arbeiðs- og uppihaldsloyvi, tá ið útlendingur heldur fram í starvi hjá sama arbeiðsgevara. Trupulleikin var, at loysnin var ikki upp á pláss fyrrenn 1. oktober.
Meðan bíðað varð eftir loysn á málunum, var skjótt og lætt at ummæla umsóknir frá teimum útlendingum, sum luku tágaldandi treytir. Her var avgreiðslutíðin stutt; men eitt stórt tal av málum stóðu til at kunna fáa frámæli hiðani, grundað á versnandi arbeiðsmarknaðarstøðuna.
Meðan mál eru til viðgerðar, hava fólk sín fulla rætt at halda fram í verandi størvum. Tí metti Innlendismálaráðið, at tað lagaligasta var, at um minsti gruni var um, at umsóknirnar kundu fáa viðmæli eftir nýggju reglunum, varð málið lagt til viks, og bíðað varð eftir nýggju reglunum. Hetta hava øll tey, sum hava vent sær til Innlendismálaráðið, fingið at vita.
– Greitt er, at bíðistøðan er óheppin, men reglurnar á útlendingaøkinum gera tað yvirhøvur ótrygt hjá teimum, sum søkja arbeiðsloyvi. Loyvini galda bert eitt ár, og sum sagt er avgreiðslutíð upp á 3-6 mánaðir onki óvanligt.
Kortini er greitt, at ongin hevði væntað, at bíðitíðin fór at gerast so long.
Tá so politiska loysnin og avtalan vóru klárar í oktober 2004, varð farið undir at avgreiða øll bíðandi mál, soleiðis at tey mest sjálvsøgdu vórðu avgreidd fyrst. Hetta tók eisini longri tíð enn ætlað, millum annað tí at arbeiðsorkan til útlendingaøkið varð skerd vegna sparingarnar, og tí at ivamálini vóru fleiri enn væntað.
Um viðgerðina í Útvarpi Føroya
Sum nevnt kann Inlendismálaráðið sum almennur myndugleiki ikki viðgera mál um viðurskiftini hjá einstaklingum alment.
Tó er onki yvir at dylja, at tíðindaflutningurin hjá Útvarpi Føroya hevur verið alt annað enn á rímiligum støði. Greitt er, at tey, sum hava gjørt hesi tíðindainnsløg, hava ikki sett seg inn í, hvussu útlendingamál verða viðgjørd. Hvørki hvørjar reglurnar eru, ella hvørjir myndugleikar, ið viðgera umsóknirnar, ja heldur ikki hvør ið hevur avgerðarmyndugleikan.
Longu nýggjársdag vendi Innlendismálaráðið sær til Útvarp Føroya og vísti á, at nógvir skeivleikar vóru í tíðindaflutninginum í middagssendingini, sum skilliga komu av, at tann ella tey, sum gjørdu tíðindainnslagið, ikki hava kannað málið, annað enn at tosa við hjúnini Rapa. Ikki tí at hjúnini Rapa siga nakað skeivt, men tá útvarpið sjónliga er so ókunnugt í málinum, verða tíðindini fullkomiliga misvísandi.
Heitt varð tí á Útvarp Føroya um at seta seg betur inn í útlendingamálið sum heild, áðrenn tey gjørdu meira burturúr, antin við at lesa fyriliggjandi tilfar, ella at spyrja Innlendismálaráðið.
Tað hevur Útvarp Føroya so valt ikki at gera – heldur ikki, tá undirritaði beyð teimum at koma higar at fáa alla ta kunning teimum lysti. Í tíðindasendingini varð tað bara til, at "landsstýrismaðurin onga viðmerking hevur".
Seinasta úrslitið av skilaleysa tíðindaflutninginum er, at týskvøldið rekur Útvarp Føroya framundir, at tað ikki kann passa, tá landsstýrismaðurin upplýsir, at málið varð avgreitt hiðani hin 17. desembur, tí Rapa hjúnini hava enn onki frætt úr Innlendismálaráðnum.
Hevði Útvarp Føroya bara sett seg so frægt inn í viðurskiftini, sum at finna útav, at avgerðarmyndugleikin er Udlændingestyreslen, og at Innlendismálaráðið ikki tekur avgerðir, men sendir ummæli til politiið, sum sendir Udlændingestyrelsen tey, so hevði útvarpið eisini vitað, at tað er grovur, reingjandi tíðindaflutningur, tá rikið verður framundir, at landsstýrismaðurin ikki segði satt.
Tað er undir alt lágmark, at ein almennur loftmiðil loyvir sær at fremja slíkan tíðindaflutning.
Jógvan við Keldu
landsstýrismaður




