Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

200 metrar long atløgubryggja og 30 m breiður rampi

John William Joensen

Menn frá J.K. & Petersen eru nú farnir í holt við at gera sjálva atløgu bryggjuna norðuri í Ánunum og arbeiði skal verða liðugt í juni mánaða í ár.

Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri, upplýsir at á fíggjarætlanini fyri 2005 eru avsettar 10 milliónir krónir og at arbeiði við at gera kajkantin og avskipingar rampan verður eftir ætlan liðugt í juni mánaða í ár.
– Tá hava vit 200 metrar av kajkanti við 12 metra dýpi og eitt økið sum er 20.000 m2 . (Red: Til samanbering kunnu vit nevna at har tað er djúpast í Klaksvíkar Havn er 9 m djúp)
– Umframt sjálva atløgubryggjuna verður ein rampa sum er oman fyri 30 metrar breið, so har verða góður møguleikar hjá stórum skipum at leggja at og avskipa.
Borgarstjórin upplýsir at næsta á skal nakað av peningi játtast afturat til arbeiði. Kommunan hevur longi fingið fleiri fyrispurningar um at byggja á økinum.