Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skálaberg á veg í Barentshavið

John William Joensen

Beint fyri døgurða loysti Skálaberg frá bryggju og nú gongur leiðin aftur í Barentshavið.

Kvotan hjá Skálabergi er nakað minni í ár, men annars sær gott út fyri fiskiskapinum í Barentshavinum.
Seinasta túr fiskaðu teir 770 tons tilsamans. 460 tons vórðu landaði í Føroyum, ímeðan restin var landað í Noregi í samband við at Skálaberg tá samstundis var til garantieftirlit á verftinum í Kirknes.
41 mans vera við Skálabergi nú hann fer eystureftir.