Harleywoodpaint
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bjørn Kalsø setur út í kortið

John William Joensen

– Eg fari á landsstýrisfundi týsdagin at leggja fram uppskot um at allir fiskur sum skal óvirkaður av landinum fyrst skal um uppboðssølu

Tað hevur verið nógv orðaskifti um støðuna í fiskivinnuni og serliga orðaskiftið um tey nógvu tonsini, sum á hvørjum árið vera send óvirkað beinleiðis av landinum.
Alt fleiri og fleiri mæla til at ein politisk loysn og nú er landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum komin til eina niðurstøðu og á landsstýrisfundi týsdagin fer hann at boða frá hvussu farast skal fram.
– Eg kann ikki fara niður í smálutir men eg kann siga so mikið at ein kunngerð fer at koma frá landsstýrismanninum um at allur fiskur, sum fer óvirkaður av landinum fyrst skal um uppboðssølu.
 
Prosentið ikki avgerandi
Í tilmælinum frá vinnuni var skotið upp at loyvt skal vera at selja 25% av veiðuni uttanlanda meðan landsstýrismaðurin sjálvur hevur mælt til 10%, men Bjørn Kalsø sigur at hetta ikki kemur at hava avgerandi týdning.
– Eg fari ikki at útgreina her hvat prosentbýti eg fari at mæla til, tí tað sum hevur týdning er at vit fáa allan fiskin sum í løtuni fer óvirkaður av landinum um uppboðssølu og at tær sokallaðu proforma-sølurnar verða steðgaðar.
– Tað hevur verið skotið okkum í skógvarnar at vit ætlað at lóggeva fiskin upp á land, men tað er als ikki so.
– Tað sum eg í løtuni arbeiði við er at tryggja eina javnbjóðis kapping, soleiðis at tann sum til einhvørja tíð kann bjóða besta prísin fyri fiskin far møguleika til at bjóða upp á fiskin.