Serskúlin í Skúlanum við Ósánna, sum higartil hevur hildið til í Gamla Skúla saman við Klaksvíkar Tónlistaskúla, er nú fluttur í fyrrverandi skrivstovubygningin hjá JFK við Garðavegin.
Frá www.klaksvik.fo:
Í fjør ognaði kommunan sær skrivstovubygningin hjá JFK við Garðavegin, sum nú verður brúktur til at hýsa serskúlanum í Skúlanum við Ósánna. Serskúlin veitir frálæru til næmingar við serligum tørvi.
Frammanundan hevur serskúlin hildið til í umleið helminginum av Gamla Skúla, meðan Klaksvíkar Tónlistaskúli húsast í hinari helvtini. Báðir skúlar hava havt tað heldur trongligt, men nú serskúlin flytir í onnur høli, fáa báðir hesir skúlarnir væl meira pláss. Tónlistaskúlin fær nú allan Gamla Skúla at virka í, og nýggju hølini hjá serskúlanum við Garðavegin eru eisini væl størri enn tey, sum skúlin ráddi yvir í Gamla Skúla.
Seinastu tíðina hevur serskúlin fingist við at flyta, og mánadagin tann 17. januar 2005 var flytingin endaliga staðfest við lítlari samkomu í nýggju hølunum við luttøku av borgarstjóranum, mentanarnevndarformanninum, skúlaleiðsluni, lærarum og øðrum.
Hølisloysnin við Garðavegin er ikki at meta sum endalig men hon er tó ein neyðugur bati fyri nøkur ár fram.




