Nú vit fingu nýggja býráðssamgongu, hevur pípan fingið annað ljóð hjá onkrum, ið sat í fráfarnu mentunarnevnd.
Eyðgunn Samuelsen rør uppundir at fáa eitt aðalorðaskifti um Klaksvíkar skúlaverk. Hetta er ikki nakað nýtt uppskot, tí eg sjálvur havi nú í eitt hálvt ár roynt at fingið teir politikkarar, ið sótu í mentunarnevnd Klaksvíkar kommunu at fáa slíkt orðaskifti, men tummulfingurin peikaði niðureftir.
Nýggjur formaður
Tað gleðiligasta við seinasta býráðsvali var, at formaðurin Jórun Høgnesen misti sessin sum formaður í mentunarnevndini. Táverandi formaður hevur ligið í buktini alla tíðina fyri at fáa Klaksvíkar Skúlaverk at virka betur, men nú er ein glotti fyri framman, tí nýggj fólk við betur skili eru komin framat. Heldur ikki vildi táverandi formaður luttaka í kjaki um hetta so týdningarmikla mál. Vónandi kemur nýggja nevndin at fremja høvuðsmálið í valstríðnum viðvíkjandi opinleika gjøgnumskygni?
Aðalorðaskifti
Hóast eg fleiri ferðir áður havi sóknast eftir einum aðalorðaskifti, so tykist sum um, at nú kunnu vit væntað eitt slíkt. Ikki tí útskiftingin av fólki og samansetingin í býráðnum er annarleiðis enn áður, men tí nú eru fólk farin at síggja trupulleikarnar í skúlaverkinum, ikki minst nú, tá ið vit kunnu vænta at inntøkurnar hjá kommununi fara at minka.
Vónandi taka býráðslimir ella skúlastýrini stig til slíkt orðaskifti skjótast møguligt.
Samanlegging
Síðani 1979 hevur Klaksvíkar Skúlaverk verið skipað sum 2 skúlar. Áðrenn hetta var ein stórur skúli og virkaði hann rættuliga væl.
Skulu vit menna skúlan í framtíðini, so er neyðugt at vit leggja skúlarnar saman skjótast møguligt.
Ein samanlagdur skúli kemur serliga á tí fakliga økinum at mennast, umframt at vallærugreinirnar fáa munandi betur umstøður. Samstundis fáa vit skipa skúlan soleiðis, at næmingar, ið ikki hava bókligan førleika kunnu mennast á ein "kreativan" hátt, samfelag okkara at gagni.
Føroyska Skúlaverkið
Tað er ikki bert Klaksvíkar Skúlaverk, ið eigur at broytast, men eigur allur føroyski fólkaskúlin at endurskoðast. Skúlarnir í t.d. Tórshavn eiga eisini at umhugsa t.d. at leggja framhaldsdeildirnar saman.
Í hesum døgum verður nógv tosað um sernæmingar, men ongin tosar um, hvussu vit kunnu loysa hendan trupulleikan.
Tað fyrsta, ið má henda er, at Sernámsdepilin verður niðurlagdur og peningurin verður býttur út til ymsu økini, har tørvurin er. Meira um hetta seinni.
Endi
Eg havi her reist nakrar viðkomandi spurningar og vónandi fara vit at fáa eitt lívligt og ikki minst konstruktivt orðaskifti um Klaksvíkar Skúlaverk og vónandi fara vit eisini at fáa líknandi orðaskifti um Landsins Skúlaverk. Hetta er alneyðugt, nú ið vit fara at fáa PISA-kanningar og skulu sammetast við onnur lond.
Danska valstríðið byrjaði í gjár og eitt av týdningarmestu málunum í valstríðnum er fólkaskúlin. Lat okkum fylgja væl við og taka tað besta burturúr!
Petur Hans Joensen
Lærari, Skúlin á Ziskatrøð




