Samstundis sum vit gleðast um eitt føroyskt vinnulív, ið klárar seg í mun til egið dugnasemi og professionalismu, so mugu vit ikki gloyma tað, ið søgan hevur lært okkum.
Samstundis sum vit gleðast um eitt føroyskt vinnulív, ið klárar seg í mun til egið dugnasemi og professionalismu, so mugu vit ikki gloyma tað, ið søgan hevur lært okkum, at vinnumenning kring landið hevur bestu møguleikarnar í teimum økjum kring landið, har samleikin er sterkur, og har samanhald og vágafýsni eyðkennir lokalsamfelagið.
Gjøgnum útbúgving og áralangar royndir hava vinnulívsfólk okkara arbeitt upp eitt dugnasemi, sum bæði er nógvan pening og alla æru vert. Beinharða kappingin við stórar útlendskar fyritøkur krevur eitt professionelt føroyskt mótspæl, um vinnuni her heima skal verða lív lagað.
Hesum hava vit stóra virðing fyri.
Føroyska vinnusøgan hevur tó lært okkum, at tað eisini eru aðrar fortreytir, ið eru týðandi, serliga tá vinnur skulu byggjast upp ella byrja av nýggjum.
Munur á føroyingum
og bornholmarum?
Á kommunalari vitjan í Bornholm fyri áleið 2 árum síðan hitti eg m.a. roynda danska politikaran Thomas Thors, sum er regiónsborgarstjóri fyri alla oynna, ið hevur nakað tað sama fólkatal og Føroyar.
Borgarstjórin tók m.a. nakað soleiðis til:
– Ein aðalmunur á fólkinum her í Bornholm og í Føroyum er, at tit føroyingar hava ein sterkari samleika (identitet) og harvið eisini størri alsk til tykkara heimland, enn fólkið her hevur til okkara heimaoyggj.
– Hetta kemur m.a. til sjóndar á tann hátt, at okkara ungu fólk, ið fara til eitt nú Keypmannahavnar at útbúgva seg, koma tey flestu ikki aftur. Vit missa tey og harvið eisini nakrar avgerandi møguleikar fyri menning og framburði.
– Har kemur tykkara samleiki og samanhald sum føroyingar tykkum tilgóðar, tí hann ger, at stórur partur av tykkara unga fólki ynskir at koma heimaftur eftir lokna útbúgving, og tey geva harvið landinum nakað aftur av teirra kunnleika.
Eg kann ikki annað taka undir við danska borgarstjóranum, samstundis sum eg fegnist um, at landsmenn okkara, bæði gjøgnum góðar og torførar tíðir, hava staðið saman, tá á hevur staðið.
Hetta samanhaldið hevur mangan bygt land.
Lokalsamfeløgini skapa eisini vinnuliga menning.
Á sama hátt sum føroyski samleikin hevur ment land og fólk okkara, so eru eisini nøkur sterk og siðvand lokalsamfeløg, ið eru savnaði um nakrar vinnuligar deplar kring landið, nakrar kraftardeplar, sum hava eitt ávíst grundarlag og orku til vinnuliga og aðra menning.
Hesi lokalsamfeløgini hava sjálvandi eisini egnar trupulleikar at dragast við, men felags fyri tey flestu av teimum er, at tey – tá harðast leikar á – hava neyðuga samanhaldið og orkuna til at skapa vinnuliga menning.
Her kann eg sjálvandi best taka dømi úr lokaløkinum her í Norðoyggjum.
Eins og nógva aðrastaðni í landinum var støðan ring her undir seinastu kreppuni, sum herjaði fyrst í nítiárunum. Arbeiðsloysið var methøgt, og tá ringast stóð til, var vinnuliga virksemið í Klaksvík so lítið, at hvør dagur var átøkur sunnudegi – so lítil var ferðslan og virksemið í býnum.
Men so tóku allir lokalir partar lógvatak, og so eru vit aftur í týdninginum av samleikanum og samanhaldinum – í hesum førinum millum norðoyingar og klaksvíkingar.
Tað var ikki lætt, tvørturímóti, men tað roknaði heldur eingin við, at tað fór at verða. Tað bleiv slettis ikki spurt um tað. Her ráddi bert um at fáa lokala vinnulívið aftur á føtur, og sigast má, at allir týðandi lokalir aktørar spældu við.
Lokali kommunali myndugleikin, fíggingarstovnar, fakfeløg, manningar, arbeiðsfólk og stórur partur av almenninginum tók lut og góvu hvør sítt íkast til eina endurreisn, sum tíbetur eydnaðist.
Nú tíðirnar í eitt áramál hava verið væl betri, er kanska ikki altíð so lætt at fáa eyga á eitt hetta sterka samanhaldið, men eg ivist ikki í, at hendan positiva síðan av sterka samleikanum hjá norðoyingum framvegis er har og verður aftur sjónlig og virkin, um ein álvarsom kreppa skuldi komið aftur, sum vit sjálvandi ikki vóna.
Miðsavningin ein vandi fyri landið.
Tá hetta er sagt, má leggjast afturat, at vit her heima hava ein trupulleika millum tey ymisku økini, ið kemst av, at tey flestu útbúnu ungfólkini, sum koma heimaftur, búsetast og virka í høvuðsstaðarøkinum.
Orsøkin til hetta er heilt einfalt tann, at meginparturin av vitanarkrevjandi størvunum – ikki minst hjá landsstýrinum og stovnum tess – eru miðsavnaði í miðøkinum.
Nógvir av hesum stovnum liggja av nátúrligum orsøkum í høvuðsstaðnum, men ikki allir. Nakrir teirra kunnu eins væl leggjast í ein av býunum kring landið. Seinastu árini havi eg lagt til merkis, at miðsavningin av búsetingum alt meira tekur dik á seg, og samstundis økist vandin fyri, at deplarnir kring landið fara at vikna. Hendir tað, missir Føroyaland nøkur kraftsentur, sum eru gull verd fyri menningina av landi okkara – ikki minst vinnuliga.
Ein mótvekt ímóti hesi gongd er arbeiðið fyri størri kommunalum eindum, ið skulu fáa tilflutt fleiri málsøki frá landinum og harvið eisini fáa sett á stovn nøkur harðliga tiltrongd vitanartung størv kring landið.
Ein samanlegging av kommunum í størri og sterkari eindir kann eisini gagna lokalu vinnudeplunum, tí harvið verða fleiri fólk í eindunum kring landið saman um at rinda neyðugar karmar til vinnulívið.
Men um tað veruliga skal muna at tálma miðsavningini, má landsstýrið og løgtingið eisini arbeiða við á tann hátt, at eitt nú hóskandi stovnar verða lagdir í deplarnar kring landið. Í løtuni hevur ein varðhuga av, at tað lættliga kann fara at ganga hinvegin, tí landið tosar um at spara og rationalisera, og har hava vit tíverri ringar royndir av, at sparingar sera ofta ganga út yvir útjaðaran heldur enn miðøkið.
Samanleggingar mugu koma innanífrá.
Sum nevnt, talar nógv fyri, at plássini kring landið verða sterkari við at verða løgd saman í størri kommunalar eindir, tí harvið kunnu fleiri málsøki og størv verða løgd út á økini, og hetta er eisini mín persónliga sannføring.
Tað er tó verri enn so altíð, at styrkin hjá einum lokalum vinnulívi er samsvarandi við støddina og fólkatalið í lokalu kommununi.
Sum dømi kann eg nevna nøkur vinnuliga virkin pláss sum t.d. Klaksvík, Leirvík, Fuglafjørð, Gøtu, Runavík og Toftir, sum øll hvørt sær hava rímiliga sterkar vinnuligar traditiónir. Á slíkum plássum eru vinnulig og onnur týðandi avrik eitt úrslit av sterkum samanhaldi, ið kemur til sjóndar við einum tøttum samstarvi millum kommununa og lokalar aktørar.
Hetta virksemið, sum gevur nógv til tann føroyska búskapin, er ikki bert treytað av eini kommunu, ið kann gera íløgur í teir neyðugu karmarnar til vinnulívið, men eisini á eitt søguligt samanhald í einum nátúrligum depli, har íbúgvarnir veruliga kenna seg sum eina eind. Hesar eindir eru neyvan íkomnar av reinari tilvild og skulu tí virðast.
Við hesum í huga er umráðandi, at fólk aðrastaðni í landinum ikki einvíst royna at trýsta tvey lokaløki saman í eitt, sum søguliga hava ligið hvørt sær. Slíkar grundleggjandi broytingar mugu og eiga at koma innanífrá úr sjálvum økinum. Annars er vandi fyri at missa meira fyri minni, tí tá er størri vandi fyri klandri og stríði, sum køvir, heldur enn samanhaldi, sum byggir upp og mennir.
Steinbjørn O. Jacobsen




