Harleywoodpaint
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jógvan við Keldu stillar upp

Oliver Joensen

Norðlýsið frættir at innanríkismálaráðharrin, Jógvan við Keldu, verður á fólkaflokslistanum til fólkatingsvalið.

Jógvan við Keldu, innlendismálaráðharri stillar upp til fólkatingsvalið, eins og hann hevur gjørt til tey flestu av fólkatingsvalunum síðani í 80-unum.
Besta úrslitið hann hevur fingið til eitt fólkatingsval, var tá hann bleiv nr. 3 aftanfyri Óla Breckmann og Jógvan Sundsstein. Til seinasta fólkatingsval fekk hann 161 atkvøður, so spennandi verður at síggja hvørja ávirkan eitt nú útlendingamálið fer at hava á atkvøðutalið hjá Jógvani. Hevur boðskapur hansara um at vit føroyingar hava brúk fyri egnari útlendingalóg vunnið frama millum fólk, ella eru tað kanska persónsmálini, ið liggja fremst í hugaheiminum hjá fólki.