Í gjárkvøldið um sekstíðina sóu teir á tyrluni hjá Atlantsflog og fleiri fólk á landi ein stóran meteor eystur úr Svínoynni. Hans Erik Jacobsen, tyrluskipari greiðir soleiðis frá.
Vit vóru á venjingarferð við tyrluni í gjárkvøldið og flugu eystur ímóti Svínoynni. Komnir beint úr úr Draganum, síggja vit eitt ljós á himmalhválvinum, sum í byrjanini sá út sum eitt stórt stjørnuskot. Men tað vaks skjótt og skjótt bleiv ljóst sum á degi. Vit sóu til endans væl eldlogar úr hesum fyribrigdinum og eina stóra kjarnu ella kúlu. Tað var sera klárt at síggja og hartil vakurt og tað hvarv síðani aftanfyri sýnina eystur í havi.
Eg merkti mær, at hetta var einar 60 gradir úr Draganum og kanska einar 25 fjórðingar frá okkum.
Vit boðaðu MRCC støðini frá beinanvegin og settu kós móti fyribrigdinum. Tá vit vóru eystur úr Fugloynni sóu vit eitt stórt útslag á radaranum, nógv størri enn eitt skip, eg kann kanska samanbera tað við støddina av eini oyggj á radaranum. Síðani sindraðist myndin og vit sóu onki aftur.
Vit flugu einar 25 fjórðingar út, og tá kom MRCC støðin aftur, og boðaði frá, at onki skip var á leiðini og tá vit mettu hetta at vera so ógvusliga stórt, at tað kundi ikki hava nakað við eitt flogfar at gera, so var avrátt at vit skuldu venda aftur, einamest tí, at MRCC støðin kundi vátta at onki skip var júst har á leiðini. Vit sóu fleiri skip megan vit flugu, men tey vóru ikki júst har á leiðini, sum fyribrigdið var.
Hvat hetta var, veit eg ikki segði Hans Erik Jakobsen, sum er royndur tyrluskipari og hevur flogið tyrlur nógvastaðni kring um í heiminum, men vit halda at tað hevur verið ein meteorur, tað er okkara besta boð í hvussu so er.




