Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Whiskytunnurnar komnar

Oliver Joensen

Leygardagin verður høvi hjá teim vaksnu at sláa Whiskytunnur. Hornorkestrið fer at hava eina slíka á stóra tiltakinum leygardagin.

Tað vóru teir báðir stjórarnir í Heygabúðini, sum tóku ímóti tunnunum, tað sær út sum at Bjartur hevur latið seg í til "hátíðarløtuna".
Fyri at vissa okkum um, at hetta vóru rættar eikitunnur, og at Whisky hevði verið í, sló Pól Reines ein propp úr tí eini tunnuni og vit sluppu at royna rama Whiskyangan, ið stóð úr tunnuni. Skemtiliga helt Bjartur fyri, anda nú ikki ov djúpt.
Leygardagin kl. 14 lata dyrnar upp í Ítróttarhøllini, har børn úr 1. flokki upp í 10. flokk fáa høvi at sláa tunnu, eisini verður høvi hjá teim tilkomnu at royna seg ímóti eini Whiskytunnu, sum er fingin til vega frá Heygabúðini, sagt verður frá hornorkestrinum, at bommpakkar vera til allar luttakarnar og at kattakongarnir fáa risa bommpakka. Eisini verður mat- og køkutombola.