Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í sjóvinnumálum, hevur saman við landsstýrismanninum í fíggjarmálum og landsstýrismanninum í almannamálum sett eina nevnd at endurskoða reglurnar viðvíkjandi Føroysku Altjóða Skipaskrásetingini (FAS).
Samgongan hevur sett sær fyri at gera altjóða skipaskrásetingina kappingarføra mótvegis øðrum skipaskrásetingum, soleiðis at skipaskráseting kann gerast eitt íkast til føroyska búskapin.
Altjóða sjóvinna gerst alt meira alheimsgjørd, og sæst hetta millum annað aftur á tann hátt, at færri skipaeigarar skráseta skip síni undir egnum tjóðarflaggi. At velja flaggstat er vorðið ein strategisk avgerð á sama hátt sum einhvør onnur fíggjarlig avgerð, sum skipaeigarin tekur.
Í nevndini sita: Óli Hans Hammer Olsen, stjóri á Skipaeftirlitinum, Jóan Hendrik Svabo Samuelsen, deildarleiðari á Almannastovuni, og Jákup Eyðfinn Kjærbo, løgfrøðingur á Toll- og skattstovu Føroya. Óli Hans Hammer Olsen verður formaður í nevndini.’
Nevndin fer m.a. at viðgera:
1. Fíggjarliga kappingarførið hjá FAS
a) Skattaviðurskifti
b) Skrásetingarviðurskifti (avgjøld)
c) Manningarkostnaðir (sosial gjøld, afturbering av skatti o.a.)
d) Aðrir kostnaðir
Nevndin fer harumframt eisini at viðgera onnur viðurskifti, ið ávirka kappingarførið, m.a. altjóða sáttmálar og reglugerðir. Somuleiðis fer nevndin at kanna marknaðarviðurskiftini, herundir hvørji reiðarí kunnu hugsast at skráseta síni skip í Føroyum, umframt hvørjar skipaskrásetingar FAS serliga kemur at kappast við.
Eftir ætlan verður nevndin liðug við endurskoðanina í summar, soleiðis at neyðugar lógarbroytingar kunnu gerast í tingsetuni, sum byrjar á ólavsøku.
Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, sigur:
Upplýsingar fáast við at venda sær til Bjørn Kalsø, landsstýrismann.




