Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Almenni miðlastovnurin skal spara….

John William Joensen

Tað er veruleiki at sjónvarpið og útvarpið eru løgd saman. Eitt endamál við at leggja stovnarnar saman er, at peningur skal sparast og vit hoyrdu í vikuni nýggja stjóran í samanlagda stovnuninum alment siga, hvar hann hevði lagt fyrstu sparingarnar.

Tosað var um dupultfunktiónir, ið skuldu sparast burtur. Sum skiltist, so kundu eini trý størv sparast burtur á hesum økinum ímeðan tað sum svarar til trý onnur størv skuldu sparast í innkeyptum tilfari.
Samstundis varð lovað, at vit hyggjarar og lurtarar skuldu fáa eina enn betur tænastu frá nýggja samanlagda stovninum.
Tað er nú ikki so langt síðani at útvarpið byrjaði uppá sendingar úr Norðoyggjum og úr Suðuroynni. Vit sum sótu og lurtaðu eftir stjóranum kundu ikki lata vera við at hugsa um Pegasus og Suðurrás, sum eftir okkara tykki hava gjørt útvarpið so nógv ríkari tað tíð hesir báðir spírar til nýhugsan hava virkað.
Sjónvarpið hinvegin hevur verið so eigasørt, tá tað kemur til at fara kring um í landinum. Sjálvt um upptøkutólini ídag ikki fylla serliga nógv, so síggja vit næstan bert myndir úr Havnini ella nærumhvørvinum, tá sjónvarpið fyllir tíðindasendingina út við eini myndarrøð og í heila tikið hevur sjónvarpið verið vánaligt tá ið um tíðindatænastu ræður.
Nú skal eisini sigast, at stjórin á samanlagda stovninum kunngjørdi onki um júst hvar sparingarnar í innkeypta tilfarinum skuldu leggjast, og tá hugsað verður um at eitt nú sjónvarpið keypir hópin av tilfari uttanlands, so er at vóna at sparingarnar vera lagdar her, heldur enn at spara burtur av lokalu spírunum, sum útvarpið so hegnisliga hevur fingið at virka saman við góðum lokalum kreftum.
Men vit kunnu ikki annað enn ræðast kring um í landinum tá almennir stjórar tosa um at spara, tí av drúgvum royndum vita vit, at tað sýninst vera teimum hópin lættari at spara kring um í landinum enn har, sum størsti parturin á fíggjarætlan stovnsins liggur, nevniliga í høvuðsstaðnum.
Hóast Jógvan Jespersen til tíðir hevur fingið nógv skot fyri bógvin av ymiskum slagi, so hevur hann í hvussu so er higartil megna at givið okkum eitt útvarp, ið alla tíðina hevur mennt seg og tað má vera fremsta uppgávan hjá einum stjóra.
Útvarpsspírirnar í Suðuroy og í Norðoyggjum hava verið eitt virðiligt íkast til útvarpssendingarnar og tí er at vóna at nú sjónvarpið eisini verður lagt undir stjóran í útvarpinum, at vit fara at síggja okkara sjónvarp menna seg á føroyska økinum hóast trengri umstøður í arbeiðismegini og at hugskotið um at fara út um molan í Havn eisini fer at síggjast aftur í sjónvarpshøpi.