Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Atlantis: Om Jäg Vänder Meg Om (Daybreak)

Høgni Klakkstein

Týskvøldið 08.02.05 sýnir Atlantis triðja filmin frá filmsfelagnum Klipp.

Daybreak
(Om jäg vänder meg om)


Slag :
   Drama

Spælilongd :
   uml. 115 min.

Aldursmark :   16 ár.

Leikarar :
   Pernilla August, Jacob Eklund, Peter Andersson, Leif Andree, Jan Coste

Svenski filmurin “Om
Jäg Vänder Meg Om” (DAYBREAK) vann 4 Guldbagevirðislønir í 2004. 
Daybreak er ein filmur um fólk í skiftandi umstøðum. Søgan lýsir tørvin at yvirliva; ein søga um kærleika sum er sterkari enn hatur.
Agnas og Rickard skulu flyta í annan bý at búgva. Stutt áðrenn tey flyta, bjóða tey vinfólki yvir til eina máltíð, men komandi náttin kemur at broyta lívsleið teirra.
Anders sum er múrari, arbeiðir alt hann er mentur fyri at forsyrgja familjuni. Eina náttina fær hann bjóða eitt arbeiði, sum verður lønt við ovurhonds stórari upphædd. Sjálvt um familjan mótmælir, klárar Anders ikki at lata hendan møguleikan fara.
Anita hevur ikki sæð fyrrverandi mann sín síðan hann gifti seg kvinnu, ið er fimmogtjúgu ár yngri, trý ár frammanundan. Nú hittir hon hann knappliga, og kanska fær hon møguleikan at rætta endan av teirra hjúnalagið. 
Daybreak verður sýndur nú týskvøldið 08.02.05 kl. 20:00.
Atgongumerki á kr. 60,- eru at fáa á Shellstøðini í Klaksvík.