Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nú fara vit til Havnar

John William Joensen

Leygardagin skipar Mjølnir fyri útferð til steypafinalurnar, sum verða leygardagin

Góðar vónirHóast kvinnurnar hjá Mjølni taptu dystin móti Drátti seinasta vikuskifti, so eru vónirnar góðar til finaluna.Liðið hjá Mjølnir var skert ímóti Drátti, men nú finalan skal spælast er liðið aftur fullmannað.Hjá monnunum verður uppgávan eitt sindur torførari, tí SÌ er sera vælkoyrandi í løtuni, men eisini her eru vónirnar undan dystinum sera góðar.

Til Havnar
Leygardagin bresta kvinnurnar hjá Mjølni saman við TB í steypafinaluni í Havn kl. 14.30. Kl. 16.00 vera tað so menninir hjá Mjølni, sum bresta saman við SÍ, so sigast má, at tað verður ein rættuligur spenningsdagur hjá Mjølni í Havn leygardagin.
Í hesum sambandi hevur Mjølnir skipa fyri at Dúgvan siglir túrin leygardagin kl. 11.45. Harafturat er ókeypis bussur úr Lorvík til Havnar og aftur eftir steypafinalurnar.
Tey í Mjølni siga, at umráðandi er at áskoðarar vissa sær atgongumerki til dystin á Shellstøðini á Stongunum innan fríggjadagin kl. 18.00 fyri at kunna vissa sær pláss í bussinum.