Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Býráði arbeiðir alt meiri sum ein minniluti og ein meiriluti

John William Joensen

Tað tykist sum um linjurnar í býráðnum rættuliga eru strikaðar upp og kom hettar til sjóndar tá SEV-stýrið skuldi veljast fríggjadagin.

Meirilutin í Klaksvikar Býráð skeyt upp at velja Kristian Fríðrik Olsen meðan minnilutin í Klaksvíkar Býráð skeyt upp at velja Torlef Sigurðsson. Atkvøtt var somillum umboðsráðslimirnar og tá seinasta atkvøðan varð tald var greitt at Kristian Fríðrik var valdur við 34 atkvøðum móti teimum 33 hjá Torleif.
Torleif Sigurðsson bleiv síðani valdur sum varðalimur.