Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Mjølnir er bara best

John William Joensen

Blandingin við eldri og yngri leikarum gav Mjølni eina styrki sum TB ikki megnaði at standa í móti.

Tað var ein ótrúligur stemningur í høllini á Nab tá steypafinalan í kvinnu flobólti fór í gongd.
Tað at dystirnir verða sýndir beinleiðis í sjónvarpi hevur ikki ávirkað áskoðaratalið í høllin, heldur hevur tað vaksið um áhugan fyri flogbólti og tí var høllin fullsett av klaksvíkingum og TB  viðahaldsfólki.
Fyri tey sum fylgdu finaluni í sjónvarpi gjørdist finalan eisini ein stór uppliving tí sjónvarpið hevur seinastu árini lagt seg seftir at framleiða góðar ítróttarsendingar, og umframt viðkomandi komitarir undir dystinum vóru eisini viðmerkingar frá kendum flogbóltsspælarum og viðhaldsfólkum í pausunum.
Alt í alt eitt tiltak sum setur flogbóltin í fokus og sum FBF og SvF kunnu verða stolt av.
 
Liðini
Hóast baði Mjølnir og TB eru tvey av fremstu liðunum í føroyskum flogbólit so var Mjølnir munin betri og tað kom fyrst og fremst tí at liðið hevur eina góða blanding av eldir og yngri leikarum.
Tað er so nógv sagt og skrivað um Marjun Kalsø, men aftur hesuferð var hon ein lyklaspælari hjá Mjølni sum við stórari rutinu fordeildi hevara bóltarnar út til teir yngru leikararnir sum sýndu góða styrki í netspælinum.
Leikarar sum Lena í Buð, Vera Larsen, Tina Jacobsen, Margit Joensen og Anna Jacobsen, og stutt sagt vóru hesir leikarar maskinrúmið á liðnum.
Men tað skerst ikki burtur at útlendsku leikararnir hava stóran týdning fyri Mjølnir og ferð eftir ferð sýndu tær báðar Elisu V. Bogeva og Zakarina Filipova flott meistaraspæl á kantunum.
 
Dysturin
Mjølnir kom eisini betur frá byrjan og var rutinan á Mjølnir liðnum uttan iva avgerandi tí flestu leikarar á mjølnir liðnum hava verið í finaluni áður og tað telur altíð nógv í slíkum dysti.
Mjølnir kom langt á odda men so komu TB aftur men ongantíð megnaðu tær at koma á javnt og so endaði settið 25-20 til Mjølnir.
Hóast Mjølnir eisini hevði eina góða byrjan í øðrum setti so kom TB meiri við í dystin og hálaði seg inn aftur á Mjølnir. Men ímóti endanum av settinum dróg Mjølnir aftur frá og vann settið 25-21.
Hóast Mjølnir alla tíðina høvdu ligið omaná so hevði TB fleiri ferði víst at tær eisini kundu, og í tríðja setti tóku tær yvir.
Tað skal eisini sigast at ígjøgnum allan dystin vóru nógvir feilir gjørdi men í triðja setti megnað Mjølnir als ikki at fáa spælið at koyra. TB streyk avstað og vann settið 25-13 og nú var aftur spenningur í dystinum.
Men hesin spenningurin helt sær ikki leingið tí í fjóðrasettinum sýndi Mjølnir rættuligt meistaraspæl og áðrenn nakar vardi var Mjølnir á odda við 7 málum. Hóast TB royndi at draga inn aftur so var alla tíðina eini 4 mál millum liðini og setti endaði eisini 25-19 til Mjølnir sum av røttum kundu taka móti steypinum.
Hetta var fjóðra áríð á rað at TB var í finaluni og sigur tað nakað um styrkina á liðnum og tað hvat verður í huga at liðið er mannað við ungum leikarum kunnu suðuroyingar vanta sær nógv av liðnum í framtíðini.
Nú verður so spennandi at vita um Mjølnir megnar eisini at vinna FM-heitið og harvið greipina, og megna tær at halda støði sum tær vístu í finaluni er trupult at fáa eygað á hvør skal megna at standa teimum í móti.
 
Hjartaliga tillukku við steypinum
 
Norðlýsið