Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hemara kappingin avgerast við Golden Catch

John William Joensen

Í døgunum 29. til 12. februar var skipað fyri fiskikapping eftir Hemara við tráðu, men tá kappingin var komin at enda hevði eingin av teim 12 tráðunum fingið hemara og tí halda teir nú fram eftir “Golden Goal” regluni

Í fótbólti plaga teir at kallað tað Golden Goal, tvs. at leikt verður til annar parturin far mál, og Magni Blástein sigur at teir nú hava avgjørt at halda fram við kappingini til onkur fangar fyrsta hemaran og hesin vinnur so eisini kappingina.
 
Hava kent
Hóast teir seinastu mánaðarnar hava fingið væl av hemara við línu so hevur tað sum sagt ikki eydnast at fanga nakran við tráðu seinastu vikurnar, men tó hava teir kent.
–  Vit hava roynt í Hestfjørðinum og í Skopunarfjørði  og tann eina dagin tá vit vóru út fyri halan á Hestoynni beit á men illa gekst at fáa hann at borði.
– Vit lógu og bardust við hann í ein hálvan tíma. Onkuntíð fingu vit hann langt upp í sjógvin, men síðan kavaði hann aftur.
– Tað eini ferðina kavaði hann heilt niður móti botninum og tá slitnaði ein ringur í línuni.
– Hesin ringurin situr ímillum sjávan veirin sum húkurin er festu í og so sjálva línuna, og vit skilja ikki hvussu hesin ringurin er brotnaður. Vit halda tó at hann á onkran hátt er komin fast í botn.
– Eg havið tosað við hinar mennirnar og teir hava heldur einki fingið og tí avgjørdu vit at halda fram til fyrsti Hemarin verður fiskaður og tá endar so kappingin við “Golden Catch”.

Harleywoodpaint