Føroyingahavnin hevði í mong ár stóran týdning fyri føroyskan fiskiskap og nógvar familjur her á landi munnu ivaleyst hava eitthvørt tilknýti til Føroyingahavnina.
Føroyingahavnin á fallandi fóti
Vit hava fingið nakrar heilt nýggjar myndir úr Føroyingahavnini, sum vit her fara at almannakunngerða burturúr. Mangur føroyingur mann við sorgblíðni taka til sín hesar myndir.
Føroyingahavnin hevði í mong ár stóran týdning fyri føroyskan fiskiskap og nógvar familjur her á landi munnu ivaleyst hava eitthvørt tilknýti til Føroyingahavnina.
Nú er ikki nógv gott eftir stoltu útstøð føroyinga. Sum myndirnar sýna, so er atløgubryggjan um at detta í havið og partar av bygningunum eisini.
Teir, ið hava verið í Føroyingahavnini, munnu væl kennast kenda skapið á saltsiloini aftur, goymslubygningarnir og sjálvt flakavirkið eru illa farin og ikki minst uppi á "Himmelbjerget" har handilin, skrivstovan og íbúðin hjá stjóranum vórðu er harmiligt at síggja hvussu illa bygningarnir eru farnir.
Velfarhúsið vaskaríið, elverkið og smiðjurnar eru eisini illa farin og harafturat munnu tey vera mong, ið harmast sjómansheimið "Lívd", ið hevur fingið harða viðfer og inni her liggur orglið, ið hevur sæð betur tíðir slongt á gólvinum.
Oljuhavnin lá skamt frá Føroyingahavnini, og har er skilið eisini vánaligt, tí nú vitjað skipini ikki longur í føroyingahavnini.
Onkuntíð hevur verið frammi, hví vit ikki hava tikið upp eftir okkum í Grønlandi, tí slíkir timbur og betongbygningar standa leingið har uppi, orsakað av at onki rotnar í turrveðrinum og kuldanum.
Men sum Norðlýsið skilir, uttan tó at vit hava fingið tað váttað, so vórðu ognirnar í Føroyingahavnini keyptar av prívatpersóni eftir at Nordafar var farið undir hamaran í 1985 og at hesin síðani seldi tær til heimastýrið í Grønlandi, sum eftir tí vit hava skilt, nú eigur bygningarnar í Føroyingahavnini.




