Politiið í Klaksvík sóknast eftir tí ella teimum, sum í nátt stjóru ein bil á Selheyggi, og sum við skilaleysari koyring gjørdu skaða á fleiri aðrar bilar.
Karl Johansen, av politistøðini í Klaksvík sigur, at bilurin, ein bláur Huynday var stolin á Selheyggi um trýtíðina í nátt. Fyrsta fráboðanin sum kom í nátt, var at boðað var frá kl. 03.05 at eldur var í einum parkeraðum vøruvogni, sum Allan Jacobsen eigur, og sum stóð parkeraður úti í Klaksvík, skamt frá bygninginum hjá JH-møblum.
Stutt eftir ella um 03.30 tíðina, verður boða frá uppi undir Klakki, at ein bilur hevur rent inn í ein garð har uppi við nógvari ferð.
Hesin bilurin hevur gjørt skaða allastaðni har hann er komin. Tað fyrsta sum hendir, tá bilurin er stolin á Selheyggi er, at hann rennur inn í garðin við húsini hjá Palla hjá Mariannu, sála. Síðani heldur hann leiðina oman ímóti brandstøðini og skal oman kirkjubrekkuna, men rennur á gongubreytarkantin har og heldur síðani áfram oman Kirkjubrekkuna og niðan Uppsalagøtu. Síðani norður eftir Vágsheygavegnum, og tá hann kemur aftur til brandstøðina, rennur hann á ein bil hjá einum sløkkiliðsmanni, ið er úti og sløkkir eldirn í vørubilinum úti í Klaksvík.
Hasardkoyringin heldur so áfram úteftir og uttanfyri hjá Wenzel Guðjónsson, ber hann aftur við tveir bilar, sum standa parkeraðir, síðan á øðrum á hesum bilunum fór illa, síðani verður hildin áfram niðan á ovasta veg, til hann at enda rennur í garðin, har vegirnir Undir Klakki og undir Hálsi koma saman.
Tað hevur ikki eydnast politinum at finna útav hvør gerningsmaðurin ella gerningsmenninir eru. Um vøruvognin hjá Allani Jacobsen sigur politiið at teir vita ikki um hetta eisini hevur samband við stuldurin og eisini er enn ov tíðliga at siga um eldurin varð ásettur.
Politiið vil gjarna í samband við fólk, ið hava sæð hesa skilaleysu koyringina í nátt.




