Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

HB fingið nýtt búðmerkið

John William Joensen

Á heimasíðuni hjá HB (www.hb.fo) verður boða frá at HB nú hevur fingið nýtt búðmerkið

Á aðalfundinum hjá HB her fyri legði Marni Mortensen fram uppskot, vegna nevndina, um búðmerki sum Marni sjálvur hevði gjøt og sum Team 85 hevði reinteknað. Her bleiv tosað eitt sindur aftur og fram – áhugavert og viðkomandi prát – og loksins varð uppskotið einmælt samtykt. Gamla búmerkið, sum eingin veit, hvør hevur gjørt, ella nær tað er gjørt (sum greitt frá í nýggju HB-bókini) fer tó framhaldandi at vera til sum partur av núverandi búmerkinum hjá Felagnum HB-stuðlar.