Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jógvan Eliasen skrivar: Úr greinasavninum: Eitt bræv frá Nærabergi

Jógvan Eliasen

Góðu tit har heima. Bert ein lítil tíðindastubbi frá okkum umborð á Nærabergi. Vit fóru av Klaksvík næstseinasta fríggjakvøld, eftir at skipið hevði lagt met-veiðuna frá seinasta túri upp í Klaksvík.

Met-túrur.
Fiskiskapurin seinasta túr vardi bert í tvær vikur, og fingu vit góð 800 tons av surimi og 250 tons av mjøli. Túralongdin var 23 dagar. Hetta var skjótasti túrur hjá Nærabergi nakrantíð higartil. Við vóru 76 fólk úr øllum landinum, harav nakrir av manningini eisini vóru úr Ruslandi, Noregi, Danmark, Pólandi og úr Japan. Tað er sera vanligt at umboð fyri keypararnar av surimi úr Japan eru við á túrinum. Tað eru tveir skiparar við Nærabergi, ein føroyingur og ein úr Noregi. Skiparar seinasta túr vóru Brandur Nólsoy av Argjum og Lars Kåre Storås úr Noregi.

Hesin túrurin.
Hesa tíðina á árinum verður fiskað vestanfyri Írland. Kvotan hjá føroysku skipunum í Írskum sjógvi, ið bert er 43.000 tons, varð uppi eftir seinasta túr, so vit fiska nú í altjóða sjógvi. Saman við Lars Kåre úr Noregi, er Leon Petersen úr Klaksvík skipari hendan túrin. Stýrimaður er Heri Hendrikssen, eisini úr Klaksvík.  Nakað tætt við Rock All, við kantin teir rópa, sá Leon nakað av skrift, har hann gjørdu eitt kast á veg vestur í havið við Írland. Men vit fingu ongan svartkjaft har á leiðini, hóast Næraberg áður hevur fingið væl av svartkjafti júst á somu leið, hesa tíð á árinum.
Tað er langur teinur at stima á fiskileið, so vit byrjaðu ikki at fiska fyrr enn mánamorgunin fyri eini viku síðani, og vit hava fingið væl av svartkjafti so at siga øll hálini higartil, so framleiðslan gongur uppá tað besta. Vit liggja nú góðar 300 sjómíl vestur úr Írlandi. Trolposin á Nærabergi tekur góð 150 tons og best hóskiliga nøgdin at fáa pr. hál er frá 100 til 150 tons. Hetta kemst av, at nøgdartilgongdin av fiski skal hóska til framleiðsluna umborð. Næraberg er eitt verksmiðjuskip, har arbeitt verður í vaktum á seks tímar. T.v.s. at er fiskur at fáa, koyrir verksmiðjan uttan íhald allar 24 tímar hvørt samdøgur.
Eftir at fiskurin er komin á dekkið, verður hann koyrdir í tangar, har hann verður goymdur í einar 6 tímar, áðrenn hann kann skerast til flak, og síðani malast til fars, áðrenn hann fer í surimi maskinurnar. Eftir hetta verður hann pakkaður, frystur og koyrdur í lastina.

Hava fingið 380 tons av surimi og 120 tons av mjøli eftir einari viku.
Úrtøkan av surimi hjá Nærabergi liggur um 20% av teirri fiskaðu nøgdini, og hesa vikuna hava vit megna at framleitt 380 tons av surimi og 120 tons av mjøli. Framleisðlustjóri yvir øllum umborð er ein ungur fittur norðmaður, ið kallast Petter. Hann hevur verið framleiðsuleiðari í reiðaríinum hjá Kjeld Inge Røkke í nógv ár.  Framleiðslustjóri á mjølfabrikkini er Símun Pauli Viðbjørg úr Klaksvík – ein skilamaður.  Framleiðslan umborð er skipað soleiðis, at tað, ið ikki verður brúkt til surimi verður framleitt til mjøl og lýsi á mjølverksmiðjuni umborð. Lýsið verður brúkt til brennievni umborð.

Framleiða um 400 tons av feskum vatni hvørt samdøgur.
Fyri at framleiða surimi krevst nógv og gott feskt vatn. Ein stórur partur av orkunýtsluni umborð á Nærabergi verður nýttur til at framleiða tey 400 tonsini av vatni, okkum tørvar hvørt samdøgur. Tað er nógv maskinarí umborð á Nærabergi, og við á túrinum eru 4 maskinmenn og tveir elektrikarar umframt tveir teknikkarar, ið taka sær av flakaverksmiðjuni.

Næraberg – eitt stórt og gott arbeiðspláss.
Tað eru sum kunnugt 80 fólk við Nærabergi – bæði kvinnur og menn í øllum aldursbólkum, so talan er um eitt stórt arbeispláss. Nú havi eg bert verið við Nærabergi í tríggjar túrar, og eg má siga, at tað er eitt fantastiska gott, spennandi og stuttligt arbeiðspláss. Hugburðurin umborð er sera positivur og øll gera sítt ítarsta fyri at alt skal ganga uppá stás, og samanhaldið ímillum mannskapið er sera gott, frá høgum til lágan.
Næraberg er einasta skip í Norðanlondunum, ið roynir at framleiða menniskjaføði úr svartkjaftatilfeinginum, og nú sær tað út sum tað er við at koma samanhangur í framleiðsluna, eftir at Næraberg hevur roynt í nøkur ár.
Og var tað ikki júst samansetingin av norska stórfelagnum Norway Seafood hjá Kjeld Inge Røkke og JFK Trol, so hevði hendan verkætlanin eftir mínum tykki ikki kunna verið gjøgnumførd. Vit føroyingar eiga kvotatilfeingið, fiskiroyndar yvirmenn og góð arbeiðsfólk og norska stórfelagið eigur hóskilig skip og stórkapital til at kunna gera tílíkar royndir.
Nú fer at bragda, og nú má ikki helmast í. Soleiðis sum eg skilji støðuna, eru stór framstig hend innan framleiðsu og úrtøku hesa tíðina, Næraberg hevur virkað surimi, og fíggjarliga sær út til at samanhangur nú fæst í. Næraberg er ein av stórstu slóðbrótandi vinnufyritøkunum í Føroyum, og tí eiga øll segl at verða sett til frá føroyskari síðu, til at gera alt fyri, at vit saman við stórkapitalinum úr útheiminum, fáa eina burðardygga fyritøku, ið byggir á svartkjaftatilfeingið. Tað sær út til at verða neyðugt við størri fiski og framleiðsluorku, og verður neyðugt við at seta inn nýggjari, størri og betur hóskandi amboð, má politiski viljin í føroyum ikki skorta. Næraberg hevur ómetaliga stóran búskaparligan týdning fyri Føroyar, og ikki minst fyri Klaksvíkina.

Arbeiði sum 3. kokkur og bókhaldari.
Tveir teir seinastu túrarnar havi eg starvast í galluni. Fyrsta túrin var eg í frystaríinum. Túrin frammanundan hendan var eg náttarkokkur saman við Christian Helga Davidasen av Sandi, og hendan túrin havi eg verið triðji kokkur á dagvakt saman við kvinnuliga hovmeistarnum Maibritt úr Saksun. Okkara legendariski kokkur, Kjøt-Mikkjal úr Klaksvík er 2. kokkur saman við bakaranum David Steffensen úr Kollafirði. Jákup Eli Steffensen í Klaksvik er farbróður til David. Vit eru sum sagt fýra kokkar umborð, og tað skal nógvur matur og nógv stákan til at breyðføða 80 fólk fýra ferðir hvørt samdøgur. Umframt vanligan kaldan viðskera, borðreiða vit við minst tveimum heitum rættum 4 ferðir fyri hvørjar 24 tímar. So tit foreldur og verjar heima nýtast ikki at vera bangin fyri at manningin gongur svong umborð.

Til tykkum øll harheima.
Eg fari at nýta høvi til at takka Norðlýsinum fyri, at teir vilja hýsa nøkrum reglum frá okkum umborð á Nærabergi á teirra portali. Eisini fari at at lata heilsa fra mannskapinum. Alt veit væl við, og vit hava ótrúðliga gott veður. Tað hevur verið dýrdarveður síðani vit komu á fiskileið, og í dag, mánadagin, hevur sólin skinið av bláum himmali.
Eg loyvi mær at senda nakrar myndir við, so tit kunnu síggja, hvussu gott veðrið er. Vónandi er dygdin á myndunum í lagi. Hava tit okkurt at spyrja um, ella hava tit hug til at gera onkra viðmerking, so eru tit vælkomin at skriva til undirritaða á bridge@naraberg.jfk.fo

Eg skal lova tykkum at skriva nakrar reglur seinni, um eitthvørt verður at skrivað um.
 
Havi tað gott øll somul heima.
 
Við sjómanskvøðu
Jógvan Eliasen