Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Býráðsfundur í dag kl. 17

John William Joensen

Á skránni eru mál sum hava verið viðgjørd í nevnd, og tí verða tey vantandi øll samtykt.

Skráin til býráðsfundin 01. mars 2005 kl.17.00
Ár 2005, hin 1. mars kl. 17.00 hevur Klaksvíkar Býráð býráðsfund við niðanfyri standandi fundarskrá:

Mál nr. 6.
Kunning um verkætlanina “Børn í vanda”.
Tórhild Bjarkhamar og Gestur Hovgård.

7.
Játtanir 2004 at flyta í grunn.
Víst verður til skriv frá umsitingini, har greitt verður frá, at henda mannagongd kann vera vandamikil fyri gjaldføri hjá kommununi, tí tað er í veruleikanum eitt slag av eykajáttan fyri komandi árini, tá óbrúktar játtanir verða settar í grunn. Sí skriv frá umsitingini, dagf. 20.01.05.
Fíggjarnevndin tekur undir við skrivi frá umsitingini, dagf. 20.01.05.

8.
Veljast skal 1 limur og 1 varalimur í nevndina fyri Tekniska skúlan í Klaksvík, 2005-08.

9. Val av grindaformonnum og varamonnum.
Vísandi til skriv frá Sýslumanninum í Norðoyggjum, mælir umsitingin til at velja niðanfyri nevndu til ávíkavist grindafor-menn og varamenn:
Grindaformenn:
Knút Olsen
Lias í Vági
Óla Karl Olsen
Andras Joensen

Varamenn:
Bjarti Højbro
Páll Steinberg

10.
Broyting av kommunustýrisskipan býráðsins – møguligt val av 2. varaborgarstjóra.
Hetta mál verður reist eftir áheitan frá minnilutanum í býráðnum, ið skjýtur upp ta broyting, at val av 2. varaborgarstjóra eisini fer fram. Um hetta uppskot fær undirtøku verða fylgjandi broytingar í kommunustýrisskipan býráðsins at samtykkja tvær ferðir av býráðnum, áðrenn broytingin fær gildi.
Sí skriv frá umsitingini.
Fíggjarnevndin mælir til at taka undir við uppskotnu broytingunum av kommunustýrisskipanini, samb. skriv frá umsitingini, dagf. 14.01.05.
Málið varð fyrru ferð samtykt av býráðnum 25. januar 2005.

11.
Umsókn um sundurbýti matr. 50t.
Umsøkjarin, sum hevur víðkað grundøkið hjá sær við lendi frá kommununi, søkir nú, av serligum orsøkum um at fáa hetta býtt sundur í tvey. Grundøkið hevur neyðugu víddina til tess at kunna lutast sundur og mælir T.U. tí til, at sundurbýtið verður játtað, treytað av at allir fráleikar til mark og stødd av báðum pørtunum verður sambært ásetingarnar í byggisamtyktini. Av tí, at lendið hann í síni tíð keypti frá kommununi varð selt fyri kr. 80, og at hetta nú við sundurbýtinum kann nýtast til byggiøki, mælir T.U. til, at tinglisin servituttur verður lagdur á nýggja grundøki um, at tá stykkið verður ábygt, fellur prísmunurin til gjaldingar.
Tekniska nevnd tekur undir við tilmæli frá T.U., dagf. 05.02.05.
Fíggjarnevndin tekur undir við Teknisku nevnd 08.02.05.

12.
Kelduvatn úr Norðoyatunnlinum.
Umsitingin arbeiðir aktivt við møguleikanum at taka kelduvatn úr Norðoyatunnlinum, og ymiskar kanningar og arbeiðir eru í gongd. Víst verður í hesum sambandi til fundarfrágreiðingar og notat frá leiðaranum á vatndeildini. Fyri at koma víðari við kanningararbeiðinum og verkætlanini, er neyðugt við størri fíggjarligari heimild, og tí hevur umsitingin gjørt niðan fyri standandi frágreiðing/kostnaðaruppseting. Enn veit eingin við vissu, um hendan slóðbrótandi verkætlanin hepnast. Sí skriv frá T.U. sum mælir nevndum og býráði til at játta kr. 500.000 til verkætlanina og at peningurin verður tikin av íløgukontuni “ymist í samband við Norðoyatunnilin”.
Tekniska nevnd tekur undir við tilmæli frá T.U., dagf. 02.02.05.
Fíggjarnevndin tekur undir við Teknisku nevnd 08.02.03.

13.
Vantandi avseting í kontubólki 470.
Skriv, dagf. 20.01.05, er komið frá kirkjugarðsleiðaranum har víst verður á, at eingin peningur er settur av til olju og el, nú nýggja kirkjugarðshúsið er tikið í nýtslu. Í skrivinum verður lagt upp til eina eykajáttan uppá eina 30.000 kr. so peningurin ikki fer av rakstrarjáttanini til kirkjugarðin í 2005. Sí skriv og rað-festing frá kirkjugarðsleiðaranum. T.U. tekur undir við rað-festingini hjá gravaranum, men mælir til, at sparingar verða gjørdar í rakstrinum, so pláss verður fyri olju- og elrokningini.
Tekniska nevnd tekur undir við tilmæli frá T.U., dagf. 02.02.05.
Fíggjarnevndin tekur undir Teknisku nevnd 08.02.05.

14.
Grótlaðing norðuri við Ánagjógv.
Tvey tilboð eru komin inn til at gera garð omanfyri reinsuverkið og glastrevjatangarnar við Ánagjógv. Sum sæst á hjáløgdu myndunum etur veðurlagið seg meir og meir inn undir bakkan, tessvegna má ein garður gerast skjótast gjørligt fyri at forða fyri, at hetta ikki skal halda áfram. Tilboðini fevna um at heinta grótið og seta tað upp, sí skriv og yvirlit frá T.U. Mælt verður til at taka av tí lægra tilboðnum og verður skotið upp, at peningurin verður tikin av íløgukontu 211054.
Tekniska nevnd tekur undir við tilmæli frá T.U. dagf. 20.01.05.
Fíggjarnevndin tekur undir við, at garður verður gjørdur samsvarandi tilmælinum, og at kostnaðurin av at stoypa garðin verður kannaður, áðrenn býráðið tekur avgerð í málinum.

15.
Byggiloyvi – vindfang matr. 1459.
Søkt verður um byggiloyvi til vindfang á matr. nr. 1459. Sama mál hevur verið viðgjørt í 1986. T.U. mælti frá at játta byggiloyvi grunda á, at tað frammanundan er ábygt í størri mun enn hvat byggisamtyktin ásetur. Hetta viðførir at umsókta bygging krevur fráviksloyvi og grannahoyring. Sí skriv og málsfrágreiðing frá T.U. Mælt verður frá at játta loyvi út frá omanfyri standandi, og boðast skal umsøkjaranum frá hesi avgerð.
Tekniska nevnd mælir til at játta byggingina og, at ásetingarnar viðv. grannahoyring og øðrum verða fylgdar.