Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Atlantis: Atlantis í samstarv við filmsfelagið Klipp

Høgni Klakkstein

Nú kemur tann fjórði filmurin frá filmsfelagnum Klipp, talan er um norska filmin Buddy. Tað er Morten Tyldum ið hevur leikstjórna. Buddy hevur vunnið fleiri virðislønir, og hann verður sýndur í Atlantis komandi týskvøld, tann 08. februar kl. 20:00

Buddy
Slag    Drama

Spælilongd :   uml. 100 min.

Leikstjóri :   Morten Tyldum

Leikarar :   Nicolai Cleve Broch, Aksel Hennie, Anders Baasmo Christiansen

Søgugongd :   Kristoffur er 24 ár, og saman við vinum sínum; Geir og Stig Inge, búleikast hann í einum sambýli í lítla býnum Tøyen. Hann og Geir liva av at hongja upp plakatir, og teir taka lívi sera lætt. Tann varni og ivandi Stig Inge fer ikki langt frá húsum, hann heldur seg í miðbýnum í Tøyen, har teir búgva, hetta hóast hann hevur búð ymsastaðni í verðini. Tá unnustan hjá Kristoffur vrakar hann, tí hon heldur vil vera saman við stjóra sínum, sum rekur eina “móta-fyritøku”, sníkir tapara kenslan seg inna Kristoffur. Av tilvild enda nøkur av dagbók-videobondunum, sum Kristoffur, Geir og Stig Inge hava tikið upp, hjá framleiðaranum av ‘Talk Showinum’ “Karsten Tonight” hjá TV2. Og fáar vikur seinni er lívi hjá Kristoffur blivið sjónvarps undirhald, fólk elska innsløgini um teirra løgna samfelag í Tøyen: Kristoffur við síni forskrúvaðu áskoðan á sítt nærumhvørvið, vitleysa besta vinin Geir, fyri ikki at tala um løgna ‘web designarin’ Stig Inge, sum tvey tey seinastu árini ikki hevur sett fót útum Tøyen handilssentrið. Framtíðin hjá Kristoffur er lýsna aftur, øll dáma hann væl. Men at avdúka lív sítt á landsumfatandi sjónvarpi hevur eisini ein kostnað. Sum hansara framtíð í sjónvarps vinnuni gerst alsamt bjartari, byrja vinir hansara at líða. Stóra loyndarmálið hjá Geir verður avdúka, og persónligu trupulleikarnir hjá Stig Inge eru nógv álvarsamari og størri enn Kristoffur upprunaliga helt. Tað kemur at kosta Kristoffur nógv at vinna vinir sínar aftur. Kristoffur veit hvat hann vil hava, men hevur hann nokk av dirvi til at fylgja hjarta sínum?

Harleywoodpaint