Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

TILBÚGVINGIN AFTUR Í KEÐILIGUM LJÓSIÐ

John William Joensen

Sum sagt varð á tingi, so hevur føroyska samfelagið brúkt nógvan pening uppá trygd og tilbúgving. Men tað letur til at langt enn er á mál.

Vit minnast øll syrgiliga tilburðin í Nólsoyarfirði sum kostaði eitt mannalív og hóast framkomna tøkni og skip, flogfør og tyrlur, so eydnaðist ikki at finna ein bjargingarbát har maður hekk í. Hóast drúgv frágreiðing varð skrivað um orsøkina, so eru vit helst mong ið framvegis undrast á hvussu tað bar til at bjargingarbátur og maður ikki vórðu funnin og eisini tyktist leitingin vera skipað soleiðis, at menn sum kenna til viðurskiftini norðanfyri Nólsoynna undraðust á, at ikki varð leitað norðurúr Nólsoynni, hóast tað rak suður, tí harður lágættarvindur var.

Alt tað kvøldið, sótu menn her norðuri tilbúgvnir at fara suðurum at hjálpa til at leita, men boðini komu ongantíð.

Aftur hesaferð, tá skip er komið í havsneyð einar 55 fjórðingar í ein landnyrðing úr Føroyum sýnist okkara tilbúgving ikki at virka nøktandi.

Tað má vera hart hjá avvarðandi landsstýrismanni at standa fyri so ógvusligum skotum á tingi orsakað av eini so óhugnaligari vanlukku, ikki minst tí, at landsstýrismaðurin er ovasti fyri allari tilbúgvingini.

Tað er ein sannroynd, at manningin á okkara egnu tyrlu, sat trúføst vesturi í Vágunum og bíðaði eftir boðum frá hægri stað, at fara til hjálpar. Tað at boð ikki vóru givin beinanvegin, gjørdi at føroyska tyrlan als onki kundi gera tá hon kom fram, tí tá var onki at síggja. Um hon var farin beinanvegin, so hevði hon verið á staðnum áðrenn sjóverjutyrlan og kundi tí kanska havt bjargað fleiri mannalívum, hetta seinasta kunnu vit tó bara gita um, men vit vita, at í slíkari neyðstøðu er sera umráðandi at hjálpin kemur skjótt og skjót hjálp hevur bjargað mongum manni gjøgnum tíðirnar.

Sjálvandi vita vit ikki nágreiniliga orsøkina til at boðini frá okkara egnu tilbúgving kom so seint, vit kunnu bert enn standa og undrast.

Landsstýrismaðurin gloppaði kanska dyrnar við í tinginum at eftirlýsa, at skipanin á tingi var soleiðis, at landsstýrismaðurin kundi kallast inn til hoyringar.

Her varð helst meint við, at við at vera kallaður inn til hoyringar, kundi hann leggja fram grundgevingar, ið ikki eiga at rópast upp um á tingsins røðarapalli.

Tað er at vóna, at okkara tilbúgving og MRCC hava góðar grundgevingar í skjáttuni, tí sakin er álvarslig og  at tilbúgvingin virkar er lívsneyðugt fyri allar teir, sum dagliga hava sítt arbeiðispláss á sjónum kring okkara klettar, ikki bara okkara egnu sjófólk, men so sanniliga eisini teir, ið vitjað hendavegin.

Harleyfacadeacryl